Vágum við flogfarinum úr Keypmannahavn klokkan átta mikukvøldið, gleddi hon seg mest av øllum til at koma heim til Klaksvíkar. Men so lætt gekk tað ikki, tí tá ið hon var á veg út ígjøgnum hurðina á farstøðini [...] enn at seta hana av á Farstøðini í Havn og so mátti hon sjálv syrgja fyri at koma til Klaksvíkar. Men tá var midnátt og ongin bussur, og pening fyri hýruvogn hevði hon ikki. Trýst á pílin undir myndini
Hon stendur har trúføst alt árið. Á pappírinum eitur hon Kioskin á Vaglinum, men á mannamunni eitur hon bara Kioskin hjá Astu. Tórshavnar Kommuna ber í dag tíðindini, at Asta Jacobsen í næstum fer at gevast [...] kioskini og letur kommununi ognina víðari. Á Ólavsøku hevur Asta Jacobsen arbeitt í eyðkendu kioskini í 65 ár. - Kioskin hevur altíð havt sama lit. Ja, einaferð var takið grønt, men nú hevur tað verið blátt í [...] Eg plagi at fara til arbeiðis millum klokkan tíggju og hálvgum ellivu, og eg eri her til einaferð út á kvøldið. Fyrr vóru fleiri fólk í miðbýnum og eisini fleiri bløð at selja. Nú hava vit Sosialin og so
Liðið er á veg aftur á toppin, eftir at tað ikki hevur gingið heilt so væl tey síðstu árini. Vit kunnu tapa 5-0 á Svangaskarði, og um vit eru raskir og hepnir, og um mótstøðumenninir ikki eru á toppinum [...] Víkingur heimavøll á Svangaskarði. Spurningurin er, hvussu europeisku royndirnar og góða gongdin í heimligu kappingini seinastu vikurnar fara at muna á heimavøllinum í kvøld og um eina viku á Lerkendal. Rosenborg [...] við 33 stigum, og at Tromsø IL er á 14. plássi við 12 stigum. Rosenborg hevur ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar. Leygardagin endaði tað 1-1 á heimavølli ímóti Molde á Lerkendal. Sigfríður Clementsen
Nordik. TRÝST HER fyri at síggja viðmælini til ferðandi, sum verða dagførd regluliga. Bankin vísir á, at so leingi støðan í Grikkalandi er óviss, eiga peningaflytingar til Grikkalands at verða gjølla
at fundast á Marienborg norðanfyri Keypmannahavn. Á dagsskránni er, hvussu nýggja stjórnin skal bera seg at fyri at fáa tey málini samtykt í fólkatinginum, sum Lars Løkke Rasmussen legði fram á tíðindafundi [...] tíðindafundi á middegi í dag – eina løtu eftir at hann og stjórnin høvdu verið og heilsað upp á drotningina. Lars Løkke Rasmussen boðaði frá, at danir longu í ár á fólkaatkvøðu skulu taka støðu til, um Danmark [...] hann er stjórnarleiðari fyri stjórn, sum m. a. er grundað á tær 36 atkvøðurnar, sum Dansk Folkeparti hevur í fólkatinginum. Eitt tað fyrsta takið hjá Lars Løkke Rasmussen verður at skrúva fíggjarlóg saman
Taks skrivar á heimasíðu sínari, at narkohundurin hjá tollvaldinum var á flogvøllinum, tá maðurin kom til Føroya við flogfarinum fyrr í ár. Tollarar fingu illgruna um, at eitthvørt óregluligt var við manninum [...] manninum og tóku hann til viks. Hann varð síðan sendur á Landssjúkrahúsið, har staðfest varð, at hann fjaldi rúsevni innvortis. Løgreglan handtók mannin, og í dag varð hann so dømdur. Tríggir aðrir persónar
betur, og vit liva longri, og hansara ættarlið kann verða longri á arbeiðsmarknaðinum. - Tað er munur á teimum, sum eru 65 ár í dag, og á okkara ættarliði, tá ið vit verða 65. Tað eldra ættarliðið fór tíðliga [...] eitt av politisku málunum hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum nú eitur Nýggja Sjálvstýri. Sum vit søgdu her á www.in.fo legardagin, hevur Sjálvstýrisflokkurin nevniliga skift navn og hann eitur nú Nýtt Sjálvstýri [...] verður ikki tey allarfyrstu árini, at pensjónsaldurin hækkar. Tað verða sostatt ikki nær, sum standa á gáttini til at verða pensjónerað, sum fara at merkja nakað til, at pensjónsaldurin hækkar. - Men vit
sum fella tár í góðveðrinum. Enn einaferð hava Føroyar vunnið á Grikkalandi. Úrsltiið var 2-1, og harvið hava Føroyar vunnið tvær ferðir á fyrrverandi EM vinnarunum úr Grikkalandi í somu undankapping. [...] eitt sindur úr høgru frá og í handara síðunetið!! Takið er við at fara av nýggja skýlinum. 60 min Grikkaland pressar og pressar. Bólturin hevur verið á stólpanum, og hann hevur eisini verið í føroyska málinum [...] hóast møguleikarnir vóru stórir. Tá ið 32 minuttir vóru farnir, setti miðvallarin Hallur Hansson hol á. Eftir flatt innlegg úr høgru frá sera væl upplagda Sølva Vatnhamar smekkaði Hallur til, og bólturin
BBC hevur verið á vitjan í Føroyum. Her hevur endamálið millum annað at tosa við útlendskar fótbóltsspælarar í Føroyum, og eitt úrslit er grein á heimasíðuni hjá stóra tíðindastovninum. Her kann lesas [...] skemtiligt at lesa um støðuna, sum Djordjevic stóð í, tá hann skuldi við Føroya-flogfarinum úr Keypmanahavn. Hann var í stuttum buksum á flogvøllinum, tí hann helt, at leiðin frá Danmark gekk suðureftir, men hann [...] fimm er tó eisini, at teir í dag trívast í Føroyum. Ikki minst tí teir halda, at samfelagið býður upp á sera tryggar karmar. Í so máta er greinin – sum kann lesast HER – fín reklama fyri Føroyar.
Føroyska liðið var á odda líka til stutt fyri hálvleik. Tá tók Bulgaria leiðsluna. Tær førdu 12-10 í hálvleikinum. Tað var serliga fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, at okkara mistu takið á vertunum. Miðskeiðis