Í gjár lendi norska Rosenborg í Føroyum, og í kvøld verður liðið, sum hevur vunnið mest í norskum fótbólti, og sum í løtuni er ovast á støðutalvuni, mótstøðulið hjá Víkingi á Svangaskarði.
Rosenborg er kent kring alt Europa fyri glæsiligu avrikini í europeiskum fótbólti. Einaferð vóru teir í Tróndheimi smáir, og nú teir eru í Føroyum og fyrireika seg til dystin ímóti Víkingi, sum norskir miðlar vilja hava at vera avgreiðslu setning, so leita teir í Rosenborg leguni aftur til, tá ið teirra felag ikki var so stórt og kent:
-At luttaka í fyrsta innleiðandi umfarinum ber við sær møguleikan at vitja pláss, har tú ongantíð hevur verið áður. Eg havi ongantíð verið í Føroyum fyrr, og her er smátt og hugnaligt. Eg síggi, at norskir miðlar gera burturúr, at spælararnir hjá Víkingi hava størv í gerandisdegnum og harvið ikki bara eru fótbóltsspælarar. Soleiðis var tað eisini einaferð í Rosenborg. Tí vita vit, at tað á Víkingaliðnum eru evnaríkir spælarar, og at tað er alneyðugt hjá okkum at taka avbjóðingina í stórum álvara, sigur Rosenborg venjarin Kåre Ingebrigtsen við heimasíðuna hjá felagnum.
Í fjør var tað satt bragd, tá ið Víkingur varpaði Tromsø IL úr europeisku kappingini. Lutakastið lagaði tað soleiðis, at víkingarnir aftur í ár skulu dystast við norskt lið. Hóskvøldið eigur Víkingur heimavøll á Svangaskarði.
Spurningurin er, hvussu europeisku royndirnar og góða gongdin í heimligu kappingini seinastu vikurnar fara at muna á heimavøllinum í kvøld og um eina viku á Lerkendal.
Rosenborg var meistari øll árini frá 1991 og fram til 2004, og aftur í 2006, 2009 og 2010. Ellivu ferðir var felagið við í bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini, og í 1997 megnaði liðið at spæla seg í fjórðingsfinaluna.
Styrkismunurin millum Tromsø IL og Rosenborg í ár sæst aftur í, at Rosenborg eftir 14 umfør í landskappingini er topplið við 33 stigum, og at Tromsø IL er á 14. plássi við 12 stigum.
Rosenborg hevur ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar. Leygardagin endaði tað 1-1 á heimavølli ímóti Molde á Lerkendal.
Sigfríður Clementsen er realistiskur:
-Vit spæla ímóti sigursvandum felag. Liðið er á veg aftur á toppin, eftir at tað ikki hevur gingið heilt so væl tey síðstu árini. Vit kunnu tapa 5-0 á Svangaskarði, og um vit eru raskir og hepnir, og um mótstøðumenninir ikki eru á toppinum, so er møguleiki fyri, at vit kunnu vinna 1-0. Eg havi sæð nakrar dystir hjá teimum í landskappingini. Teir spæla beinleiðis og við nógvum innleggum. Mann ímóti manni eru teir stinnari enn vit. Um vit skulu hava nakran møguleika, so skal kollektivið hjá okkum rigga væl, og tað vóna vit fer at eydnast, sigur Víkinga venjarin.
Súni Olsen er framvegis skaddur, og Hjartvard Hansen er ikki við í fyrireikingunum upp undir dystin ímóti Rosenborg, sum kemur til Føroyar við flogfarinum úr Bergen ídag.
Víkingur-Rosenborg Noreg: Bryn Markham-Jones úr Wales kl. 19.00.











