Týdningarmesti dysturin higartil

Upptakt: Gundadalur verður í dag karmur um brakið millum FM avbjóðararnar B36 og NSÍ

Hetta er eitt brak, sum kann fáa avgerandi týdning fyri FM stríðið. B36 er oddalið, tvey stig frammanfyri NSÍ, og hevur havt takið á NSÍ seinnu árini. Tað er tó nógv, sum bendir á, at NSÍ hesa ferð er í eini betri støðu enn nakran av dystunum seinnu árini. Við 5-1 sigri á ÍF vísti NSÍ, at teir eru til reiðar at stríðast um FM heitið.

 

- Seinast vit vóru í Gundadali og spældu móti B36 taptu vit 3-0. Ta ferðina var tað mín feilur, og tann feilin gera vit ikki aftur, sigur Trygvi Mortensen og leggur afturat;

 

- Bæði eg og spælararnir gleða okkum til dystin. Bæði liðini halda støðið í ár, so tað verður bæði stuttligt og spennandi, sigur venjarin hjá NSÍ.

 

Eyðun Klakstein, venjari hjá B36, hevur nógv at fegnast um í ár. Felagið liggur á fyrsta plássi og tykist hava funnið ein framherja í Philip Lund, sum passar væl inn í spælið.

 

- Vit hava vunnið tveir góðar sigrar eftir summarsteðgin, hava hildið málið reint í báðum dystum og hava spælt rættiliga góðan fótbólt til tíðir. Vit eru til reiðar at spæla toppdyst ímóti NSÍ, og vit gleða okkum nógv til dystin, sigur Eyðun Klakstein og leggur afturat;

 

- Eg rokni við, at tað verður ein góður og tættur dystur, har bæði liðini fara at leggja seg eftir at vinna dystin. B36 og NSÍ eru helst tey bæði liðini, sum hava spælt besta álopsfótbóltin í kappingini í ár. Liðini kunnu leypa rættiliga treytaleyst á við góðum og ágangandi spæli, og vónandi fara vit at síggja nakað av tí í hesu dystinum, sigur venjarin hjá B36.

 

B36 vann í fjør FM. Hópurin er áleið tann sami, so tað kemur ikki óvart á, at árstalsfelgið er við í oddinum. Hinvegin kemur tað eitt sindur óvart á, at NSÍ eru so drúgvir í ár.

 

- NSÍ hevur staðið seg sera væl í ár, og teir hanga framvegis í toppinum, hóast nógv fólk hildu, at tað fóru teir ikki at megna í longdini. NSÍ spælir góðan og lívligan fótbólt, og eftir at teir dragnaðu eitt sindur áðrenn summarsteðgin, eru teir byrjaðir sera væl í seinnu hálvu. Eg rokni við, at teir verða drúgvir í toppstríðnum, sigur venjarin hjá B36, Eyðun Klakstein at enda.

 

B36 hevur ráð at spæla javnt og helst eisini tapa, meðan NSÍ helst skal hava stig úr Gundadali hesaferð. Dómari verður Páll Augustinussen.