Skalt tú til Grikkalands í næstum, er gott at hava nakað av reiðum peningi við tær.
Tað sigur BankNordik í vegleiðing til sínar kundar. Fíggjarligu trupulleikarnir í Grikkalandi bera við sær, at allir peningastovnar landsins verða stongdir til og við 6. juli. Tað ber framvegis til at taka út pening í sjálvtøkum, men bert í avmarkaðan mun.
– Gev gætur, at matstovur og handlar í løtuni væntandi helst vilja taka ímóti gjaldingum í reiðum peningi. Vit mæla tær til at fylgja tilmælunum hjá danska uttanríkismálaráðnum, sigur Bank Nordik.
TRÝST HER fyri at síggja viðmælini til ferðandi, sum verða dagførd regluliga.
Bankin vísir á, at so leingi støðan í Grikkalandi er óviss, eiga peningaflytingar til Grikkalands at verða gjølla umhugsaðar.