Ein flogskipari hjá Atlantsflog hevur fingið eina skrivliga ávaring, tí hann í flogfarinum tvær ferðir hesa vikuna bar Magna Arge, sum var ferðafólk umborð, eina politiska heilsan gjøgnum hoytalararnar umborð á flogfarinum, har hann vísti á, at Magni Arge stillar upp til løgtingsvalið.
– Vit kunnu als ikki góðtaka slíkt. Og tað hevur einki við tað at gera, at tað var Magni Arge, sum fekk eina heilsan hesaferð. Tí tað skal ikki agiterast fyri nøkrum valevni í okkara flogførum.
Tað sigur Niels Mortensen, sum váttar tíðindini um, at Magni Arge tvær ferðir hesa vikuna hevur fingið eina heilsan – ein politiskan boðaskap – úr cockpittinum í flogfarinum hjá Atlantsflog.
Men slíkt hendir ikki aftur í flogførum hjá Atlantsflog, tí hesin flogskiparin hevur fingið eina skiftliga ávaring frá flogfelagnum. Tá eitt starvsfólk fær eina skriftliga ávaring, er tað sera álvarsamt, tí næsta heilsanin fyri slík brot er uppsøgn upp á standandi fót.