Tá ið Rúna Nón Bjartalíð, lendi í Vágum við flogfarinum úr Keypmannahavn klokkan átta mikukvøldið, gleddi hon seg mest av øllum til at koma heim til Klaksvíkar.
Men so lætt gekk tað ikki, tí tá ið hon var á veg út ígjøgnum hurðina á farstøðini, og í bilin, hon skuldi til Klaksvíkar við, rópti ein tollari hana til síðis.
Tað tók fýra tímar at kanna, bæði viðførið og síðani hana sjálva. Men hóast tollararnir einki ólóigligt funnu, gjørdu teir ikki mætari enn at seta hana av á Farstøðini í Havn og so mátti hon sjálv syrgja fyri at koma til Klaksvíkar.
Men tá var midnátt og ongin bussur, og pening fyri hýruvogn hevði hon ikki.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hana greiða frá, hví hon heldur, at viðferðin, hon fekk frá tollvaldinum, var for galin