á konsertferð í Føroyum. Saman við bólki sínum fer hann at spæla tríggjar konsertir. Fyrsta konsertin verður á Reinsarínum í Havn í kvøld. Fríggjakvøldið spælir Ólavur í Spaniastovu í Klaksvík, og le [...] leygarkvøldið verður konsert í Listastovuni í Miðvági. Ólavur á Váli Olsen fer at spæla sangir, hann hevur givið út seinnu árini. Bólkurin hjá Ólavi er mannaður við John Johansen (bass og kór), Magna Husgaard
vunnið fimm ferðir í part. Smyril vann í 1983, og Hvessingur vann í 1996 og í 1998. Jarnbardur hevur vunnið FM fleiri ferðir enn nakar annar bátur í tí kappingini. Jarnbardur vann fyrstu ferð í 1991, og síðani [...] sigrarnir hjá teimum vóru í 1997 og í 1998. Í fjør var Fípan Fagra FM vinnari. Umaftur og umaftur Í kappingini millum 6?mannafør við monnum verður kappingin ikki heilt avgjørd í Miðvági. Men úrslitini tær seinastu [...] og argjadreingjum. Tjaldrið vann FM bæði í fjør og í fyrraárið. Sílið hevur ikki vunnið FM síðani í 1992. Havnar Róðrarfelag vann dreingjakappingina í 1996 og í 1997. Tá var tað Drekin, sum var bestur.
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at festa nýggjar pullartar á innaru bryggju í Miðvági. Hetta arbeiðið er liður í at betra um umstøðurnar hjá størri skipum at leggja at. - Arbeiðið at festa pullartar [...] skift, vita tey at siga í Vága kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at 30 metrar av bryggjuni nú hava fingið nýggj fríholt, og væntandi er, at arbeiðið at skifta restina verður liðugt í hesi vikuni. ##med2##
Grindin, sum legði beinini í Sandavági í morgun, verður býtt í drápspartar og annars í heimapartar til øll vágafólk. Tað sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður og hann sigur, at seðlarnir koma út um fimm tíðina [...] tíðina nú seinnapartin, og tað verður á havnarlagnum í Miðvági. Í morgun varð mett, at grindin var Einar 80 hvalir, ella gott tað, men nú alt er merkt, visir tað seg, at hon er 105 hvalir, og sostatt var
Leif Lamhauge, í Dalinum, Lamba, búsitandi í Havn, andaðist í heiminum 30. oktober, 79 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Leif, kunnu lata Føroya [...] Føroya Felag Móti Krabbameini eina gávu. Konto í peningastovninum. Frits Witt í Miðvági andaðist leygarnáttina, 75 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Danjal Sjúður Ennistíg, Klaksvík, andaðist [...] Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Mikudagin 26. oktober andaðist Jóhan Poulsen, Innan Glyvur, búsitandi í Melbourn Australia, 74 ára gamal.
al eru í alt 58 valstøð kring landið. Í hesum sambandi hevur Umhvørvisstovan gjørt eitt kort, sum vísir valstøðini í Føroyum. Roknað eftir vídd er størsta valstað Giljanes, har fólk úr Miðvági og Sandavági [...] er Lopra. Hetta er annars seinasta ferð, at veljararnir í Haraldssundi sleppa at velja á staðnum. Til løgtingsvalið fer atkvøðugreiðslan fram í Kunoyar bygd. Les meira um tað HER . Kortið við valstøðum
Í dag klokkan 14 letur upp listaframsýning á matstovuni hjá Dugna á Hjalla í Havn. Framsýningin er opin til klokkan 17 og tað eru tær báðar, Frívør Ellefsen og Birgit Nattestad Olsen, báðar úr Miðvági [...] sum sýna fram teirra málningar. Frívør finnur sín íblástur í litum og formum og Birgit í samspælinum millum ljósi og litir, hetta serliga í náttúruni, siga tey á Dugna. Framsýningin er opin til fríggjadagin
Miðvágs Fornminnafelag hevur forvitnisliga myndaframsýning í Bygdaskúlanum í Miðvági í dag. Framsýning av myndum sum Mikkjal á Ryggi hevur tikið Mikkjal á Ryggi er mest kendur sum yrkjari og sálmaskald [...] 1900-1930. Hetta eru glasplátur, sum hava verið í varðveitslu hjá skyldmanninum Rasmusi Niclasen. Á framsýningini verða umleið 200 myndir vístar fram, í hesum sambandi syngur Havnarkórið sangir hjá Mikkjali
Petersen, fødd Thomsen, úr Hvalvík, búsitandi í Danmark, 89 ára gomul. Jákup Haraldsen, vanliga nevndur Jákup á Tormansbakka, í Miðvági, 85 ár. Signhild Magnussen, í Sandavági, 81 ára gomul. 27. juli Jenny [...] juli Joen Pauli Joensen, vanliga nevndur Pauli á Bakka, í Vági, 72 ára gamal. 31. juli Dánjal Dánjalsson, vanliga nevndur Dánjal hjá Viktor, í Klaksvík, 79 ára gamal.
Í dag fyllir Jens Eli Ellefsen í Miðvági 80 ár. Hann er kendur fyri at spæla tónleik, harmoniku og klaver, og at hava sett saman nógvar yrkingar, har av onkur er fólkaogn, og sungin við hvørt veitsluborð [...] Minnir óivað við í øllum sangheftum, tá føroyingar hugna sær saman.. Stig varð fyri nøkrum árum síðani tikið til at geva sangir hansara út á fløgu, nevnd Gomul Minnir. Fløgan kom út í 2008.