Fleiri meistarar mugu bíða inntil á ólavsøku

Á kvinnusíðuni er tað avgjørt, at FM vinnararnir verða funnir annan leygardag í Miðvági, og ímillum 10?mannaførini og dreingirnar er tað avgjørt, at FM vinnarin verður ikki funnin fyrrenn á ólavsøku

Kappróður
Jóannes Hansen


Kappróðrarárið hevur verið sera spennandi higartil. Aftur í Vági var talan um vinnara, sum var fremstur fyri fyrstu ferð í ár. Tað var Vestmeningur, sum kom fyrstur á mál í kappingini millum 10?mannafør. Vestmenningur hevði ikki vunnið frammanundan, og hann var triði vinnarin í ár. Hinir báðir vinnararnir hava verið Eysturoyingur, sum vann í Klaksvík og aftur á Skálafjørðinum, og so Havnarbáturin, sum var fremstur, tá tað næstsíðsta leygardag varð kappast í Hósvík.


            Tað er so mikið tætt millum 10?mannaførini, at allir teir tríggir bátarnir, sum hava vunnið higartil í ár, framvegis hava góðan møguleika at vinna FM heitið. Nýggi Klaksvíkingurin hevur ikki vunnið higartil, og í Vági endaði hann á fjórða plássi. Men um klaksvíkingar vinna teir báðar róðrarnar, sum eru eftir, og Eysturoyingur í báðum róðrunum verður nummar fýra, so hevur Klaksvíkingur framvegis møguleika at vinna FM. Tað boðar frá, at kappingin er sera tøtt og jøvn.


Tætt hjá dreingjunum


Umframt í kappingini millum 10?mannaførini er størsti spenningurin í kappingini millum dreingjamanningarnar. Fípan Fagra vann í Klaksvík og á Skálafjørðinum. Síðani tá hevur Sílið verið fremst, men kolldømingin av Sílinum á Skálafjørðinum hevur havt við sær, at tað framvegis er Fípan Fagra, sum er ovast í FM kappingini.


            Dreingirnir umborð á Fípuni Føgru kunnu framvegis vinna fyrsta FM heitið í hesi kappingini til Klaksvíkar, síðani skipanin við stigum varð tikin í nýtslu í 1973, men teir fáa ein skarpan gang bæði frá havnardreingjum og argjadreingjum.


            Tjaldrið vann FM bæði í fjør og í fyrraárið. Sílið hevur ikki vunnið FM síðani í 1992. Havnar Róðrarfelag vann dreingjakappingina í 1996 og í 1997. Tá var tað Drekin, sum var bestur. Blikur hevur ikki vunnið hesa kappingina síðani í 1988 og í 1989.


Jarnbardur bestur


Jarnbardur við kvinnum og Sílið við gentum vóru aftur sera sannførandi hesa ferð. Hesar báðar manningarnar hava vunnið allar fýra kappingarnar, sum hava verið. Tað vil siga, at tær hava fult stigatal, sum er 28. Í báðum kappingunum hava fleiri bátar verið næstfremst. Tað hevur við sær, at munurin frá ávikavíst Jarnbardi og Sílinum og til hinar bátarnar er so mikið stórur, at tað ikki ber annað til, enn at hesar báðar manningarnar fara at vinna FM annan leygardag í Miðvági.


            Kvinnurnar hava kappast um FM síðani í 1983. Um hugt verður at samantalda býtinum av FM sigrum, so sæst, at tað er rættuliga javnt. Gongurólvur (1984, 1985, 1988, 1994 og 1995) og Páll Fangi (1986, 1987, 1989, 1990 og 2001) hava vunnið fimm ferðir í part. Smyril vann í 1983, og Hvessingur vann í 1996 og í 1998.


Jarnbardur hevur vunnið FM fleiri ferðir enn nakar annar bátur í tí kappingini. Jarnbardur vann fyrstu ferð í 1991, og síðani hava tær vunnið í 1992, 1993, 1997, 1999 og í 2000. Tað vil við øðrum orðum siga, at FM heitið, sum tær fara at vinna í Miðvági annan leygardag, verður tað sjeynda hjá Jarnbardi. Í fjør var Páll Fangi FM vinnari. 


Sílið er eisini best


Í FM kappingini millum 5?mannafør við gentum er heldur eingin ivi. Sílið hevur vunnið allar róðrarnar. Hinar manningarnar hava skiftst um at vera næstfremstar. Tí fer Sílið at vinna FM í Miðvági.


            At gentubáturin hjá Havnar Róðrarfelag vinnur FM heitið er ikki nakað nýtt. 5?mannaførini við gentum hava kappast um FM øll árini, sum tað yvirhøvur hevur verið kappast um meistaraskapin. FM kappingin í tí líki, sum hon nú gongur fyri seg, hevur verið á skránni síðani 1973, og Sílið hevur higartil vunnið átta meistaraheiti. Seinastu ferðirnar at Sílið vann FM vóru í 1995 og í 1996. Ørnin eigur næstflestu sigrarnar. Sandavágsbáturin hevur vunnið fimm ferðir. Seinastu sigrarnir hjá teimum vóru í 1997 og í 1998.


Í fjør var Fípan Fagra FM vinnari.


Umaftur og umaftur


Í kappingini millum 6?mannafør við monnum verður kappingin ikki heilt avgjørd í Miðvági. Men úrslitini tær seinastu ferðirnar tala nógv fyri, at vágbingar fara at vinna hesa kappingina fyri fyrstu ferð nakrantíð.


Vinnari tvey tey seinastu árini hevur verið Strálan av Strondum.

            Í kappingini millum 8?mannafør vann Argjabáturin í Klaksvík. Síðani hevur Kvívíkingurin verið bestur, og tað skal nógv broytast í tveimum teimum síðstu kappingunum, um Kvívíkingurin ikki skal vinna FM á ólavsøku. Í fjør var Nevið Reyða FM vinnari.