Skifta pullartar og fríholt

Umstøðurnar hjá størri skipum at leggja at í Miðvági verða nú betraðar.

 

 

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at festa nýggjar pullartar á innaru bryggju í Miðvági. Hetta arbeiðið er liður í at betra um umstøðurnar hjá størri skipum at leggja at.

- Arbeiðið at festa pullartar er liðugt, og nú verða fríholtini eisini skift, vita tey at siga í Vága kommunu í dag.

Lagt verður aftrat, at 30 metrar av bryggjuni nú hava fingið nýggj fríholt, og væntandi er, at arbeiðið at skifta restina verður liðugt í hesi vikuni.

##med2##