Í dag klokkan 14 letur upp listaframsýning á matstovuni hjá Dugna á Hjalla í Havn.
Framsýningin er opin til klokkan 17 og tað eru tær báðar, Frívør Ellefsen og Birgit Nattestad Olsen, báðar úr Miðvági, sum sýna fram teirra málningar.
Frívør finnur sín íblástur í litum og formum og Birgit í samspælinum millum ljósi og litir, hetta serliga í náttúruni, siga tey á Dugna.
Framsýningin er opin til fríggjadagin 13. juli og opið er allar gerandisdagar frá klokkan 11.30 til klokkan 16.