Nú fáa vágafólk eitt kók av grind

Grindin, sum doyði í dag var eitt sindur størri enn upprunaliga mett og seðlarnir koma út um eina løtu

Grindin, sum legði beinini í Sandavági í morgun, verður býtt í drápspartar og annars í heimapartar til øll vágafólk.

Tað sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður og hann sigur, at seðlarnir koma út um fimm tíðina nú seinnapartin, og tað verður á havnarlagnum í Miðvági.

Í morgun varð mett, at grindin var Einar 80 hvalir, ella gott tað, men nú alt er merkt, visir tað seg, at hon er 105 hvalir, og sostatt var hon heldur størri enn upprunaliga mett, sigur hann.