Til komandi fólkatingsval eru í alt 58 valstøð kring landið. Í hesum sambandi hevur Umhvørvisstovan gjørt eitt kort, sum vísir valstøðini í Føroyum.
Roknað eftir vídd er størsta valstað Giljanes, har fólk úr Miðvági og Sandavági velja, og tað minsta valstaðið er Lopra.
Hetta er annars seinasta ferð, at veljararnir í Haraldssundi sleppa at velja á staðnum. Til løgtingsvalið fer atkvøðugreiðslan fram í Kunoyar bygd. Les meira um tað HER.
Kortið við valstøðum kann heintast her.
##med2##












