Miðvágs Fornminnafelag hevur forvitnisliga myndaframsýning í Bygdaskúlanum í Miðvági í dag. Framsýning av myndum sum Mikkjal á Ryggi hevur tikið
Mikkjal á Ryggi er mest kendur sum yrkjari og sálmaskald. At hann harumframt var ?fotografur? var kanska ikki so kent millum fólk.
Myndirnar, sum Fornminnafelagið hevur framkallað, eru frá uml.1900-1930. Hetta eru glasplátur, sum hava verið í varðveitslu hjá skyldmanninum Rasmusi Niclasen.
Á framsýningini verða umleið 200 myndir vístar fram, í hesum sambandi syngur Havnarkórið sangir hjá Mikkjali á Ryggi.