aftur kortini. Men nei. Í staðin fyri at hála seg í land við at taka í helluna við skuffuni, velur hann at trýsta seg í land av flakanum. Og tað gongur fínt. Hann hevur verið í lótum fyrr, er lætt at síggja [...] vegagerðina í samband við undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund, er komin í land í Vágum og fer at byrja at arbeiða beinanveg. Klokkan 17 seinnapartin týsdagin kom Siri við einum flaka upp á síðuna í fylgi [...] Sundið. Men so kom Siri undan har suðuri. Hon hevur ein flaka heftan í síðuna. Og á flakanum er maskinan, sum alt snýr seg um í dag. Fyrsta maskinan, sum kemur at gera veg í samband við fasta sambandið um
sigurin higartil í kvinnudeildini í ár var í Klaksvík, har KÍ kvinnurnar snøgt sagt hølvaðu Skála av. KÍ var sjálvsagt stórfavorittur undan dystinum, men at tað skuldi gerast ein so stórur sigur í Klaksvík sunnudagin [...] støðan 17-0, sum eisini er størsti sigurin í ár í kvinnudeildini. Malena Josephsen, sum hevur verið millum bestu leikararnar hjá KÍ og í allari kappingini í ár, skeyt ikki færri enn átta mál, og sostatt [...] smekkar hon bóltin upp í málhornið, og sostatt vann HB ein sera týdningarmiklan sigur í Vági, sum í síðsta enda kann hava sera stóran týdning fyri kappingina. B36 vann tepurt í Runavík Eftir at B36 tapti
men í Vági taptu teir 3?1. Í fjør vann VB 1?0. Ikki nóg støðugir Óli Holm er nevndarlimur í Fótbóltssambandinum. Hann býr í Vági, og hann spældi í mong ár við VB. Besta árið hjá honum og VB var í 1974 [...] fyri, men í tí stóra og heila eru vit sera væl nøgdir, og tað vita spælararnir. Tað er Gunnar Mohr, formaður í HB, sum vit hava í telefonini. Hann ætlar sær til Vágs í morgin: ? Tað er onga staðni í Føroyum [...] sigurin í 1991 Nú eru tað longu tvey ár síðani, at Gunnar Mohr gavst í 1. deild. Men hagtølini siga, at tað altíð hevur verið rár hending, at HB hevur vunnið í Vági. Síðsti HB sigurin í Vági var í 1991.
Johansen, hevði vónað og ætlað, at bestu úrslit hansara skuldu koma nú í heyst. Súkklan er skeiv Hetta tykist tó at vera ov ongum í løtuni, tí seinastu kappingarnar hevur ikki gingið nakað serligt hjá Rógva [...] at súkkla hansara er vorðin skeiv, og tískil fer í »sjálvsving« tá súkklað verður. Hetta er ikki serliga heppið, tá tað kanska eru út við 100 súkklarar í feltinum, og tí hevur Rógvi nú súkkla á eini læntari [...] eftirkannað á verksmiðjuni í Hollandi. Sjálvur er Rógvi sera harmur um hetta: - Seinna helvt av kappingini er júst tað, sum eg havi satsað uppá, og eg haldi sjálvur, at formurin er í topp nú, men tað er av
tú nú ert úttikin at umboða Føroyar í fótbólti? ? Mamma heldur tað vera sera spennandi, og henni dámar tað væl. Abbi er beinleiðis stoltur av, at eg havi fingið møguleikan at koma í landsliðshópin í føðilandinum [...] fráboðan um, at eg var inni í myndini. Síðsta vetur var upp á tal, at eg í ár skuldi spæla í føroysku landskappingini. Tá var møguleikin fyri landsliðnum nevndur. Eg endaði í OB, og so datt tað tosið burtur [...] ð, var ein nýggjur maður í hópinum. Hann eitur Johan Byrial Hansen, og hann hevur ongantíð spælt í føroyskum fótbólti. At ein spælari kemur í landsliðshópin, uttan at hann hevur umboðað eitt føroyskt felag
maður í Finnlandi, og sama ár luttók hann eisini fyri fyrstu ferð í kappingini um at gerast heimsins sterkasti: - Eg visti tá, at eg var millum teir bestu í heiminum, tí ert millum teir bestu í Finnlandi [...] kappast í sonevndu Strongman-kappingunum, og sjálvur sigur hann, at hann alla tíðina hevur roknað við, at hann kundi røkka heilt langt í hesum. Longu trý ár seinni, í 1998, vann hann heitið sum sterkasti [...] Finnlandi, telist tú eisini millum teir teir sterkastu í heiminum, sigur hann, og vísir á, hvussu stolta siðvenju Finnland hevur í ítróttini. - Vit hava í nógv ár havt sera góð úrslit innan hesa ítrótt, sigur
Strok, men tá ið tú ert komin á opnuna í miðjuni, mást tú venda blaðnum á høvdið, og byrjar tú aftur fremst, er blaðið Snirr. Á opnuni í miðjuni er ynskimyndin, sum øll kunnu ynskja sær. Í fyrsta blaðnum hesuferð [...] smærri vinningar frá Føroya Bjór at vinna í hvørjum blaði. Blaðið kemur út 8 ferðir í skúlaárinum, tað er 40 bls. í litum. Tey flestu tekna seg sum hald arar í skúlunum, og tá er haldaragjaldið kr. 120 [...] So er barna- og ungdómsblaðið Strok & Snirr aftur í skúlunum og í leysasølu! Nú eru tvey ár síðan, at 45 ára gamla Barnablaðið varð hamskift: Blaðstjórnin setti sær fyri at gera blaðið meira nútíðarhóskandi
Heini í Skorini Útsetti toppdysturin millum VB og KÍ varð spældur í stormi suðuri í Vági, og klaksvíkskvinnur halda, at dysturin ongantíð átti at verið bríkslaður í gongd. Væntað varð frammanundan dystinum [...] gjørdist ongantíð spennandi suðuri í Vági, tí sera óvæntað var VB nógv tað betra liðið. VB legði sera hart út, og KÍ var snøgt sagt ikki tað liðið, sum vit hava sæð fyrr í ár. Í fyrra hálvleiki fekk VB heili [...] møta grannunum úr HB í Gundadali. Ársins mál í Runavík HB var í Runavík og vitjaði sunnudagin, og var hetta frammanundan ein spennandi dystur, við tað at NSÍ jú hevur vunnið á KÍ inni í Runavík fyri stuttum
kann vera gull, kol ella kelduvatn í fjallinum, olja ella annað kolvetni í grundtilfarinum, hóskandi firðir við vatnútskifti til aling ella tilvøksturin í fiskastovnunum í føroyskum sjógvi. Atgongdin til [...] kapitalur í alt ov stóran mun rikin yvir í troytingina av náttúrutilfeinginum, eins og arbeiðskraftin eisini verður tað. Mangan verður spurt um hví aðrar vinnur ikki í størri mun taka seg upp í Føroyum. [...] eru beint nú vorðin ein møguleiki, sum vinnuligur rakstur nú er í. Fiskur hevur verið tað í øldir, meðan jørðin hevur verið minkandi í tign í langa tíð. Sum tøknin vinnur fram, ella kanska so hvørt sum nøgdin
mamma, omma og vermóður. Tað er so svárt at fata, at tú ikki ert ímillum okkum longur. Tú vart gott nokk gomul, 85 ár, men í sinni ung. At tú ert farin frá okkum er so ringt at skilja. Hvønn dag rokna vit [...] tit kundu. So rík og góð minni fara vit altíð at goyma í okkara hjørtum. Eisini hevur Havnin mist eina av sínum býarmyndum, altíð vart tú at síggja í býnum. Var ein konsert, eitt sangkór, so vart tú og lurtaði [...] til tín. Tað sást eisini í kirkjuni, tað vóru so nógv fólk og fylgdu tær til títt seinasta hvíldarstað. Tað fløgur eisini okkara hjørtu ? og hjálpir okkum at koma víðari fram í lívinum. Góði Jón, eisini