Føroya sterkasti súkklari, Rógvi Johansen, hevði vónað og ætlað, at bestu úrslit hansara skuldu koma nú í heyst.
Súkklan er skeiv
Hetta tykist tó at vera ov ongum í løtuni, tí seinastu kappingarnar hevur ikki gingið nakað serligt hjá Rógva.
Høvuðsorsøkin til hetta er, at súkkla hansara er vorðin skeiv, og tískil fer í »sjálvsving« tá súkklað verður. Hetta er ikki serliga heppið, tá tað kanska eru út við 100 súkklarar í feltinum, og tí hevur Rógvi nú súkkla á eini læntari súkklu, meðan hansara verður eftirkannað á verksmiðjuni í Hollandi.
Sjálvur er Rógvi sera harmur um hetta: - Seinna helvt av kappingini er júst tað, sum eg havi satsað uppá, og eg haldi sjálvur, at formurin er í topp nú, men tað er av alstórum týdningi, at tú ert vanur við súkkuna, sigur Rógvi.
Hann vónar at fáa súkkluna aftur mikudagin, ella at skipað verður soleiðis fyri, at hann fær eina nýggja súkklu av sama slag.
Vónar at sleppa heim
Sum kunnugt var Rógvi ikki við, tá FM kappingini á 100 km varð hildin her fyri. Orsøkirnar til hetta vóru fyrst og fremst fíggjarligar, men Rógvi vónar, at hetta ikki eisini verður galdandi nú FM verður í einkultstarti.
Júst einkultstarturin er sterkasta síðan hjá vágbinginum, og hann er eisini seksfaldur føroyameistari í hesari kapping.
Rógvi sigur tó, at einasti møguleiki hjá sær at luttaka, er um hann fær fíggjarligan stuðul til hetta.
Sjálvur vónar Rógvi, at hetta fer at bera til, tí hann vil sjálvsagt fegin hava møguleika at verja FM-heitið. sum hann higartil hevur verið tryggur ánari av.