Størsti sigurin higartil í kvinnudeildini í ár var í Klaksvík, har KÍ kvinnurnar snøgt sagt hølvaðu Skála av. KÍ var sjálvsagt stórfavorittur undan dystinum, men at tað skuldi gerast ein so stórur sigur í Klaksvík sunnudagin, høvdu fá roknað við.
KÍ legði út sum eitt óløgið, og longu langt áðrenn liðini fóru til hálvleiks, var dysturin avgjørdur. Hálvleiksstøðan var heili 13-0 til KÍ, og tá dómarin bríkslaði dystin av, var støðan 17-0, sum eisini er størsti sigurin í ár í kvinnudeildini. Malena Josephsen, sum hevur verið millum bestu leikararnar hjá KÍ og í allari kappingini í ár, skeyt ikki færri enn átta mál, og sostatt er hon á ovastu rók á máltindinum í endaspælinum hjá kvinnunum við 11 málum. Viviann Bjartalíð var eisini í málhýri sunnudagin, og hon skeyt fýra av teimum 17 málunum hjá KÍ. Síðani skutu Ragna Andreassen og Margit Joensen tvey mál í part, meðan Elsa Maria Simonsen skeyt eitt mál.
Týdningarmikil HB sigur
HB var á Vági um vikuskiftið, hóast dysturin sambært kappingarskipanini skuldi verði leiktur í Havn. Tað bar so á fyri summarsteðgin, at HB ikki møtti upp til dyst í Vági í innleiðandi umfarinum, og vórðu tær dømdar at missa heimavøllin. HB hevur mótmælt, og nógv rok var undan dystinum um, hvar hann skuldi spælast. Men fyribils hava HB kvinnurnar mist heimavøllin, og tí var dysturin leiktur í Vági.
Men HB kvinnurnar fóru ikki niður við høvdinum av tí orsøk, og tær svaraðu aftur við at vinna ein greiðan sigur suðuri í Vági. Seinastu ferð kvinnufótbólturin var umtalaður, varð skrivað, at Eyðvør úr Dímun spældi sín síðsta dyst fyri HB seinasta sunnudag móti B36, av tí at hon skal aftur til Danmarkar í lestrarørindum, men hon spældi eisini við í Vági um vikuskiftið. Hon fer niður hósdagin, og sostatt var hetta hennara síðsti dystur í ár fyri HB.
Tað var eisini Eyðvør úr Dímun, sum legði HB á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og sostatt hevur hon skorað í hvørjum dysti, hon hevur spælt við fyri HB. Síðani økti tann altíð vandamikla Eyðfríð Christiansen um leiðsluna seint í fyrra hálvleiki, og 2-0 var eisini hálvleiksstøðan. Men heilt tíðliga í seinna hálvleiki minkaði Guðrun í Lágabø um munin fyri VB, og spenningurin var aftur stórur. Men HB kvinnurnar vildu nakað annað, og Eyðfríð Christiansen stóð enn einaferð fyri einum sera vøkrum máli miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hon fer framvið 5-6 leikarum, og smekkar hon síðani bóltin í netið til 3-1 til HB. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, staðfesti Annika Godtfred sigurin við at økja um munin til 4-1, og var hetta eisini ein sonn perla. Eftir at vera farin framvið trimum leikarum, smekkar hon bóltin upp í málhornið, og sostatt vann HB ein sera týdningarmiklan sigur í Vági, sum í síðsta enda kann hava sera stóran týdning fyri kappingina.
B36 vann tepurt í Runavík
Eftir at B36 tapti móti HB seinasta vikuskiftið, var tað av alstórum týdningi, at tær fingu fulla úrtøku burtur úr dystinum í Runavík, har tær fyri summarsteðgin taptu heili 5-0.
Tá dómarin bríkslaði dystin av, var støðan 4-3 til kvinnurnar úr B36, sum sostatt enn hava ein møguleika at gera seg galdandi í stríðnum um heiðursmerkini.
NSÍ førdi annars bæði 2-0 og 3-2, áðrenn havnarkvinnur tryggjaðu sær sigurin. NSÍ førdi eisini 1-0 í dystinum ímóti HB, men tapti 2-1, so NSÍ er kanska ikki so langt frá sínum fyrsta sigri í endaspælinum.
Maibritt Olsen legði heimaliðið framum, og Irdi Hansen økti um leiðsluna til 2-0, áðrenn B36 slapp framat. Maria Vang skoraði eftir hornaspark, og Sólva Joensen javnaði stutt eftir.
Irdi Hansen legði NSÍ framum aftur, men Laila Enghamar javnaði. 3-3 var støðan, tá liðini fóru til hálvleik.
Seinni hálvleikur var ikki eins undirhaldandi og fyrri, og áskoðararnir sóu bara eitt mál eftir steðgin. Tað var Elsebeth Jónsson, sum skoraði eftir hornaspark, tá hálvur tími var eftir at spæla. Hetta vísti seg eisini at vera vinnandi málið, sum tryggjaði B36 trý stig, og tær hava enn møguleikan at fáa heiðursmerki í ár, men fá halda, at tær kunnu vinna føroyameistaraheitið.
KÍ favorittur
KÍ er einasta liðið við fullum stigatali, meðan øll hini liðini hava tapt minst ein dyst. KÍ er favorittur at vinna føroyameistaraskapið í kvinnudeildini, meðan størsta hóttanin óivað er HB, men tær missa Eyðvør úr Dímun, og tað verður torført at vinna uttan hana á liðnum.
Í næsta umfari møtast júst hesi bæði liðini, og um HB skal gera sær nakrar vónir um gerast FM vinnarar, mugu tær vinna dystin móti KÍ í Havn.
Úrslit um vikuskiftið:
KÍ-Skála 17-0
KÍ: Malena Josephsen 8, Viviann Bjartalíð 4, Ragna Andreassen 2, Margit Joensen 2, Elsa Maria Simonsen 1
HB-VB 4-1
(Leiktur í Vági).
HB: Eyðvør úr Dímun 1, Eyðfríð Christiansen 2, Annika Godtfred 1
VB: Guðrun í Lágabø 1
NSÍ-B36 3-4
NSÍ: Elsebeth Olsen, Irdi Hansen 2
B36: Maria Vang 1, Sólva Joensen 1, Laila Enghamar 1, Elsebeth Jónsson 1