Góða mamma, omma og vermóður.
Tað er so svárt at fata, at tú ikki ert ímillum okkum longur. Tú vart gott nokk gomul, 85 ár, men í sinni ung. At tú ert farin frá okkum er so ringt at skilja. Hvønn dag rokna vit við, at tú, við tínum blíða brosi, trínur inn um dyrnar. Okkum leingist so nógv eftir tær. Vit tosa so ofta um teg. Tað er sum um genturnar ikki hava fatað tað enn.
Góða mamma, tað, ið ger tað lættari hjá mær at koma víðari, eru tey góðu minni, ið eg havi eftir teg og babba, so rík uppá kærleika og erligheit; altíð vóru tit har fyri meg. Síðan mínar gentu og Jón ? altíð klár at hjálpa har ið tit kundu. So rík og góð minni fara vit altíð at goyma í okkara hjørtum.
Eisini hevur Havnin mist eina av sínum býarmyndum, altíð vart tú at síggja í býnum. Var ein konsert, eitt sangkór, so vart tú og lurtaði, var ein sjónleikur ella ein framsýning, so vart tú har ? øllum tí mentanarliga fylgdi og stuðlaði tú. Møtti eg fólki, so vendi snakkið sær altíð ímóti tær, øll róstu tær og spurdu eftir tær, altíð ein heilsan við heim til tín.
Tað sást eisini í kirkjuni, tað vóru so nógv fólk og fylgdu tær til títt seinasta hvíldarstað. Tað fløgur eisini okkara hjørtu ? og hjálpir okkum at koma víðari fram í lívinum.
Góði Jón, eisini ein serstøk tøkk til tín, sum gjørdi tað møguligt at hava bæði míni gomlu foreldur heima so leingi. Tað hevði eg ikki kunnað klárað einsamøll. Tað er nokk eisini eitt serligt menniskja, sum ofrar seg so nógv sum tú, túsund takk.
Friður veri yvir minnini um tykkum, góðu mamma og babba.
Elin