Á Reynsbakka:Gravimaskinan og onnur útgerð til vegagerðina í samband við undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund, er komin í land í Vágum og fer at byrja at arbeiða beinanveg.
Klokkan 17 seinnapartin týsdagin kom Siri við einum flaka upp á síðuna í fylgi við tveimum smærri førum hjá byggifelagnum J & K Petersen norður gjøgnum Vestmannasund og legði inn móti helluni við Reynsbakka nakað væl sunnanvert Fútaklett.
Hetta vóru fyrstu amboðini til vegagerðina á Vágalandinum. Sum einasti fjølmiðil var Tíðindablaðið Sosialurin á staðnum, tá hendan stórhendingin í føroyskari samferðslusøgu fór fram.
Tað stendur við klettin á Fútakletti, tá bilurin verður parkeraður við gomlu lendingina. Útgerðin verður løgd í ein ryggsekk, og so verður farið til gongu suður við bakkanum.
Tað er friðaligt her suður við fjøruni. Tó so. Fuglur er nógvur her. Tað skilst á øllum brøgdum, at væl av æti er í sjónum, tí hann veiðir mestsum alla tíðina. Tá hann annars ikki situr á klettinum ella leikar í og skeldar hendan fremmandamannin, sum púra óboðin kemur dreivandi hesar leiðir, har annars vanlig mannagongd ikki er.
Tað flóta nakrar æður fyri landi, og á klettinum situr ein flokkur av ternum. Ikki so fáar í tali, og nógvar pisur ímillum. Tað boðar frá góðum.
Tveir másar gera øgiligan gang, sum skuldu teir havt ungar. Men skurarnir flúgva hjá teimum, so teir vilja helst bara ikki hava fólk at ganga her.
Lætt er at finna suður hagar, maskinan væntandi kemur í land um eina løtu. Vegurin er stungin út, so tað er bara at fylgja teimum reyðu træpettunum, sum sett eru í jørðina.
Ája, eg komi suður, men her er einki skip komið enn. So eg setist at lurta eftir friðinum her burturi í óbygdum.
Tað flýtur ein bláur bátur við húsinum framman nakað sunnan fyri meg. Maðurin heldur snøri. Men hvussu fiskiskapurin er, er helst óvist, tí hann flytir í meira lagi. Rákið er linkandi, og kyrrindini áttu at verið nú hvørja løtu, so hann skuldi helst ligið stillur nú. Og teir áttu eisini at farið at komið nú hvørja løtu við maskinuni. Tí skilagott er helst at fáa hana í land á kyrrindunum.
Ein stórur, svartur grúkur stingur seg knappliga upp beint fyri helluni, har eg siti. Ein rættiliga stórur kópur. Hvat man hann vilja? Man hann vera komin at siga farvæl til friðin her suðuri? Man hann vita nakað í, her hann stendur og gløðir at mær og líkasum tykist fáa sær yvirlit yvir støðuna, nú áðrenn fjøran og lendi her á leiðini verður broytt av maskinum, førdar av mannahondum?
Eg veit tað ikki, og kópurin fer spakuliga undir og kemur upp aftur nakað væl syðri. Hann svimur móti rákinum!
Tað hoyrist hvølt motorljóð. So munnu tað vera teir við maskinuni, sum koma. Men nei. Tað var Skurin, sum var liðugur at lossa fiskafóður til alibrúkini á Vestmanna og nú helt suður gjøgnum Sundið.
Men so kom Siri undan har suðuri. Hon hevur ein flaka heftan í síðuna. Og á flakanum er maskinan, sum alt snýr seg um í dag. Fyrsta maskinan, sum kemur at gera veg í samband við fasta sambandið um Vestmannasund. Hesum sambandi, vágafólk, og mong onnur, bíða so ótolin eftir.
Teir leggja inn móti helluni við flakanum. Teir halda honum við einum lítlum báti við øgiligari maskinorku. Ein størri sleipari er eisini við, men tað er stjórin í byggifelagnum sjálvur, sum skipar fyri í lítla bátinum. Hann er allastaðni og arbeiðir dúgliga. Hann er ivaleyst líka spentur, sum øll hini.
Tað gongur væl at fáa ta løttu útgerðina í land. Ein skúrur, ein oljutangi, nakað av timbri, nakrir stórir sekkir við sandi og ein skúrur aftrat við bukkuni í.
Men tá maskinan skal í land, er ikki so lætt. Fjøran er helst ikki so sløtt, sum teir hava roknað við. Og sum maskinførarin sigur:
»Óhappið hendir bara einaferð«.
Hann er skilagóður og fer ikki í land við maskinuni, fyrr enn hann er vísur í, at tað er trygt at fara av flakanum inn á helluna.
So royna teir ymsar møguleikar, Teir leggja flakan ymsar vegir, Teir seta føturnar á botn og loysa aftur. Stóru sandsekkirnir verða lagdir á helluna at koyra eftir.
So er næstan í lagi. Nei, nú var flakin ov høgur, so tað var helst ikki ráðiligt at fara av honum við maskinuni. Hon fór at standa ov nógv upp og niður.
Og soleiðis gekk tíðin. Kyrrindini eru langt síðan farin, og æðurnar, sum saman við ternunum flýddu undan larminum, tá allur flotin kom, koma so spakuliga rekandi suður aftur við landinum. Tó steðga tær á, áðrenn tær koma ov nær.
Tað fløðir alsamt, og nú er farið at taka í útgerðina, teir settu á land, beinanveg teir komu. Men samstundis hava teir eisini fingið arbeitt so, at nú halda teir ráðiligt vera at seta maskinuna upp á helluna.
Hetta er ein spennandi løta.
Spakuliga fer hon út av kantinum á flakanum. Stendur mestsum beint upp og niður eina løtu, so tú heldur ondini uppi á landi. Hvussu man hetta fara at ganga?
So vendir førarin húsinum og leggur skuffuna niður á dekkið á flakanum. So man hann fara at venda aftur kortini.
Men nei. Í staðin fyri at hála seg í land við at taka í helluna við skuffuni, velur hann at trýsta seg í land av flakanum. Og tað gongur fínt. Hann hevur verið í lótum fyrr, er lætt at síggja.
Tað er rímiliga skjótt, at hann hevur fingið alla útgerðina flóðfría. Men maskinan verður standandi. Bakkin er ov høgur til, at hon kemur upp fyri, sum er. Teir noyðast at spreingja, og tað verður ikki gjørt í kvøld, skilst.
So fyrsta skuffan varð ikki sett í vegagerðina í dag kortini. Men nú er útgerðin komin, og so er arbeiðið upp á fasta sambandið um Vestmannasund av álvara byrjað.