verður hugnalig samvera í ungdómssalinum. Ørkin, Saltangará Evangel. møti verður í Arbeiðarafelagshúsinum »Hæddini« í Saltangará sunnudagin kl. 17. Húsmøti verður týsdagin kl. 19 í Saltangará hjá Anthony [...] vitnisburðir. Drekka verður aftaná. Ársmøti í Nesvík Ársmøti hjá Heimamissiónini verður 10.-13. mai í Leguhúsinum í Nesvík. Hósdagin 10. mai inngangsgudstænasta í Norðskála kirkju kl. 19.30 og sang- og vitniløta [...] kl. 16, altarg., Uni Næs. (Broytt kirkjutíð: Frá komandi sunnudagi verður farið í kirkju kl. 11 í Leirvík og á Hellunum). Í Fuglafirði gongur talvan fyri KFS Christianskirkjan: kl. 11, altarg., Norðoya
til Gavn? yrkir Johan Frederiksen í fyrru helvt av 1600-talinum ? rektari í Roskilde. Hendan yvirskrift er sett sum eitt minni um tey, ið hava balst her á landi í langa tíð og livdu í teirri sterku og [...] og óreingiligu trúgv á Vár Harra, at í hansara navni skuldi alt handligt og andligt vera útint. At nevna útróður, fjallgongu, bjargaferðir og annað mangt í tí sambandi er óneyðugt, tí tað er væl og virðiliga [...] farin um miðnátt, og biðja Faðir Vár! Jensi av Rana og Lindin er eftir mínum tykki í mongum førum ein hættislig rás í útvarpssendihøpi. Børn, hálvvaksin og viðkvæm duga ikki altíð væl á at skynda. Skal
Jústinus, sum býr í Saltangará, Elisabeth, ið doyði sum smágenta og liggur grivin í Svínoy, Karsten, Katrinu, sum býr í Rituvík, og Hassa, sum bara var 40 ára gamal, tá hann í 1966 doyði í langfarasigling [...] veggum, í onkrum húsum og inni í handlunum ? ímillum kríggini vóru tríggir og onkuntíð fýra handlar í Svínoy ? vóru bara heima heilt stutt tíðarskeið, inntil teir í september aftur komu til bygdar. Í september [...] vundin í hálva stong. Tá frættist tað, at bóndin í Kirkjubø var deyður. Tað var 2. august í 1946. Eftir hetta var tað, at Karsten, sum hevði sæð lýsing í bløðunum, gjørdi av at fara á hvalaveiðu í Suðuríshavinum
við teirra veitarar í Føroyum og aðrastaðni í grannalondunum. Hans Johannes sigur hetta vera eitt gott høvi hjá Fiskasøluni at koma í beinleiðis samband við fleiri av teirra veitarum í Føroyum, nú teir flestu [...] reka. Hans Johannes á Brúgv sigur annars um føroyska fiskivinnu og fiskasølu, at hon luttekur ikki í nóg stórt mát í tí altjóðagering, ið hevur gjørt um seg seinastu árini. ? Í Íslandi og í Noregi sæst [...] er í dag við fleiri dótturfeløgum í Evropa, sigur Hans Johannes á Brúgv. Stjórin sigur, at tey hava valt at síggja hesa messuna úr sjónarhorninum hjá einum innkeypara, har roynt verður at koma í samband
høvdu yvirvág í miðvallar spælinum. Fróði var sterkur í nærdystunum á jørðini og í luftini, og Øssur hevði fleiri hugflogsríkar løtur. Ein av hesum var, tá hann í álopsstøðu var staddur í høgru. Arnold [...] C. Dam á landsliðnum í báðum venjingardystunum í La Manga, og hann spældi fyri 39. ferð á landsliðnum, tá Føroyar 26. apríl í fjør vunnu 1?0 í Liktinstein. Ímóti Danmark á Tórsvølli var hann á beinkinum [...] ð var Allan Simonsen, landsliðsvenjari, og tók bestikk av støðuni í Føroyum. Fríggjadagin var hann í Runavík, og sunnudagin var hann í Gundadali. Ørindini vóru sjálvsagt at fáa eina fatan av, hvussu væl
dystin í Miðvági. VB og HB endaðu á tveimum teimum ovastu plássunum í fjør. Komandi sunnudag hittast tey í Gundadali. Í fjør royndi hvørki av hesum liðunum at tapa tveir landskappingardystir upp í slag. [...] skal EB/Streymur spæla í Miðvági. Í fjør hittust KÍ og NSÍ fleiri ferðir eftir stuttari tíð. Soleiðis verður tað eisini í ár. Eftir fyrru hálvfinaluna síðsta sunnudag skulu teir í NSÍ longu sunnudagin norður [...] leikliga omaná og fingu eitt stig. FS Vágar hevði tapt 6?0 í fyrsta útidystinum, og B71 hevði vunnið 1?0 í fyrsta heimadystinum. Fótbóltslagið í Vágum tóktist einki serligt, men fríggjadagin eydnaðist teimum
fjørðin ja, so gleðast í hjarta tú má. Fyri framman er Hvalbiar sandur, fyri okkum tú vakrastur er. Og tann slætti og vakrasti bøur ja, tá ert tú mitt í tíni verð. Her er vakurt í Hvalba á sumri tá ið sólin [...] vekjast nógv minnir í tær. Hvalba vøkur tú ert mær á vetri tá tú klødd ert í snjóhvítan skrú. Og so stint stendur Grymsfjall og verjir fyri stormum um okkara bý. Tá tú spákar tær niðan í heiðar, og tú steðgar [...] dansin ja, øll bygdin í høllina fer. Jú, vit elska teg Hvalba av hjarta og títt navn fylgir okkum á ferð. Ljóst skal minnið um bygdina standa hvar vit reika runt um hesa verð. Johan Thomsen Hvidovre 16.12
sjálvandi upp eftir í bókini hjá venjaranum, men hinvegin kann tað verða ein trupulleiki, at eingin teirra fær serliga nógva dystarvenjing í løtuni. Bæði Kurt og Johan tykjast at hava mist sessin í liðum sínum [...] við, breyt upp aftur í dystinum móti B36. Í dystinum undan hesum, moti GÍ, var Jóhannis Joensen somikið óheppin, at albogin fór úr lið, og roknast kann við, at hetta steðgar honum í nakrar vikur. Uttan [...] so er lítið at ivast í, at tað eru skaðarnir hjá Jens Kristian Hansen og Julian Johnsson, sum geva Allani Simonsen størsta høvuðsbrýggið í hesum døgum. Julian Johnsson varð skaddur í dysti móti Lillestrøm
seg, eftir skaðan, sum hann fekk í fyrsta umfari. Jens Kristian úti Eisini í B36 ásanna tey, at dysturin móti GÍ hevur stóran týdning, hóast tað enn er stutt fráliðið í kappingarárinum. - Hatta er sjálvandi [...] torførur, og GÍ-venjarin, Johan Nielsen ásannar eisini, at talan er um eina sera týdningarmikla uppgávu, tó at hon ikki hevur so nógv størri týdning enn aðrar. - Tá mann er í oddinum, so eru allir dystir [...] odda, ljóðar filosofiska svarið frá venjaranum. Johan Nielsen roknar annars við, at allir mans eru tøkir til dystin sunnudagin. Eingir skaðar gjørdu um seg í dystinum móti HB, og har umframt er Zdzislaw Janik
varð eitt slíkt felag stovnað í Havn tann 20. mei l976. Thomas Pauli Christiansen var maðurin, sum tók stigið til stovnan av slíkum felag í Havn. Á ferðum, hann hevði verið í útlondum - Noregi og Danmark [...] skrivari. Samtykt varð eisini at seta seg í samband við býráðið við áheitan um at útvega felagnum høli til at halda fundir í. l0. juli var so fundur millum nevndina í felagnum og býráðsins fíggjarnevnd. Øll [...] landinum. Í Klakksvík var longu felag frammanundan tí í Havn.Talan varð so um, at hesi feløgini skuldu ganga saman í eitt landsfelag. Hetta gjørdi hini feløgini, og áheitan kom so eisini til Pensionistafelagið