Pensionistafelagið í Havn, 20. mai l976 - 20. mai 200l

At savnast - koma saman - at tala um dagsins mál, halda sær á gaman og hvørt av sínum hevur altíð verið.

 

Um teir, sum vit í dagligari talu nevna indianarar, vita vit, at teir um kvøldið sessaðust um bálið at roykja friðarpípuna. Og vit kunnu lesa hjá Kipling um, at teir í Indialandi fyri eystan sótu undir Dahktrænum og lýddu á einhvønn ?vísmann?. Í londunum í Evropa, kanska serliga Fraklandi og Týskalandi, vóru tær sonevndu ?salongirnar?, har - serliga framkomnir - vísandamenn, skrivandi menn og onnur hittust at viðgera evni av ymsum slag. Men tað vóru mangan kvinnur, sum stóðu fyri hesum salongum. Í Keypmannahavn var Bakkehuset (Kamma Rahbek). Úr Danmark er kent serliga gjøgnumn frálíku frásøgnini hjá mæta danska skaldinum Steen Steensen Blicher, har hann í ?E Bindstouw? á meistarligan hátt greiðir frá, tá fólk av gørðunum kring um savnaðist á einum garði, sótu og bundu hosur og skiftust um at siga frá søgum, syngja vísir og sangir.

Og ikki at gloyma um okkara egnu leiðir. Lesið bara fólkalívsmyndirnar hjá Hammershaimb, Kvøldseta. Tað er ikki hissini mentunarvirði, sum kvøldseturnar hava varðveitt.

Men tíðir broytast og fólkalívið hareftir. Arbeiðið broytist. Bóndasamfelagið hevði verið tað berandi og ráðandi. Við fiskiskipunum kom broyting í. Nú var ikki longur talan um bert tann eina møguleikan at vinna til lívsins uppihald. Frá hond fóru ungir menn av gørðunum til skips.

Lívshátturin broyttist. Menn vunnu pengar. Settu føtur undir egið borð. Nú vóru tað ikki tær stóru roykstovurnar í húsunum, har fólk í hópatali kundi savnast. Nei. Ein lítil, hugnaligur køkur, men kortini nóg stórur, at alt húskið kundi hugna sær til dagligt.

At fólk kortini beindu fyri hesum gamla siði at koma saman skal vera ósagt. Konurnar fóru út við stokkum. Ikki so í fylgjum men hvør til aðra. Og farið varð út við kørðum. Vit minnast ?ever greenin? hjá Hans Andriasi: Kóka nú kaffi, set rokkin til reiðar. Hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar. Har kemur Klæmint við kørðum.

Men longsilin eftir at koma saman í flokki var alsamt frammi. Felagsskapir vórðu stovnaðir. Vit minnast serliga ungmannafeløgini. Her vóru kortini ikki einans ungmenni, men eisini ?tilkomið? fólk.

Vit minnast helst onkustaðni, at fýra ættarlið kundu vera í sama húsi: Børn, foreldur, abbi og omma, og mín sann, at kundi ein langomma og kanska eisini ein langabbi sløðast ímillum.

Eisini hesin lívsháttur broyttist sum frá leið, og nú hoyra vit dagliga, at talað verður um vøggustovur, barnagarðar, frítíðarskúlar, frítíðarheim, sethús og pensionista- ella eldraíbúðir. Nú skal alt skiljast í flokkar eftir aldri.

Og nú tóku aftur tey eldru sær fyri at stovna feløg, har tey kundu koma saman til felags hugna. Henda rørsla barst eisini higar til lands. Sum tað framgongur av yvirskriftini, so varð eitt slíkt felag stovnað í Havn tann 20. mei l976.

Thomas Pauli Christiansen var maðurin, sum tók stigið til stovnan av slíkum felag í Havn. Á ferðum, hann hevði verið í útlondum - Noregi og Danmark - hevði hann havt samband við fólk, sum stóðu fyri slíkum feløgum. Tað vísti seg, at hesi feløg fingu góða undirtøku aðrastaðni. Hann mælti til at fáa stovnað slíkt felag í Havn. Hetta skuldi vera eitt felag fyri fólka- og avlamispensionistar eins og aðrar pensionistar, har teir kundu koma saman at hugna sær.

Hann beyð so onkrum, sum hann helt hevði áhuga fyri hesum, til fundar á Hotel Hafnia tann 20. mei l976.

Á hesum fundi vóru:

Berghild Christiansen, Thomas Pauli Christiansen, Ansa Djurhuus, Aslaug Carlsen, Mortan Holm Carlsen, Jenny Rein, Hanna Poulsen, Gunnar Mikkelsen, Sigrid Mikkelsen, Frits Mikkelsen. Johan Djurhuus og Vilmund Poulsen vóru eisini bodnir við á fundin, men møttu ikki vegna forfall. Thomas Pauli Christiansen skeyt upp, at felagið varð stovnað. Hetta varð samtykt soleiðis, at frammanfyri nevndu persónar verða at rokna sum stovnarar av felagnum.

Thomas Pauli Christiansen skeyt upp at velja hesi í nevnd:

Mortan Holm Carlsen, Gunnar Mikkelsen, Jenny Rein, Ansu Djurhuus og Thomas Paula Christiansen.

Uppskotið um nevndarval varð síðan samtykt. Nevndin skuldi skipa seg sjálv.

Líka frá fyrsta fundi er gerðarbók førd, har alt, sum hevur týdning, er innført.

Fyrsti nevndarfundur var longu 25. mei l976. Thomas Pauli Christiansen segði frá, at hann var biðin um at koma í Útvarpið at greiða frá stovnanini. Henda sending skuldi so koma í tí táttinum, sum varð róptur ?miðvikan?. Eyðvitað hava tíðindini um hetta nýstovnaða felagið spurst skjótt um.

Á hesum fundi varð nevndin skipað: Thomas Pauli Christiansen formaður, Mortan Holm Carlsen næstformaður og Gunnar Mikkelsen skrivari.

Samtykt varð eisini at seta seg í samband við býráðið við áheitan um at útvega felagnum høli til at halda fundir í.

l0. juli var so fundur millum nevndina í felagnum og býráðsins fíggjarnevnd. Øll fíggjarnevndin var vælviljað fyri hesum nýggja tiltaki og vildi hjálpa til við at fáa hølisspurningin loystan. Ymisk uppskot komu frá felagnum, eitt nú at fáa Perluna ella gamla lærlingaheimið við Kongagøtu (fyrrverandi ognina hjá Thorstein Petersen). Men so skeyt fíggjarnevndin upp at biðja felagið venda sær til landsstýrið um at fáa gamla apotekið, tí nú skuldi apotekið flyta í nýggju hølini á Trapputrøðni. Beinan vegin fekst at vita frá landsstýrinum, at hetta bar ikki til, tí hesin bygningur skuldi nýtast til skrivstovur hjá løgtinginum. Hann lá so nær Tinghúsinum.

Nú var av álvara farið at gera vart við felagið. Øll bløðini fingu frágreiðing, og nú varð eisini boðað til fundar á Parnassinum. Her fingu so øll at vita gjøllari um tað, sum felagið hevði sett sær sum mál at virka fyri, og kundu so fólk eisini skriva seg sum limir. Limagjald varð ásett. Tað skuldi vera 7 kr. um mánaðin fyri støk og l0 kr. fyri hjún.

Fyrsti felagsfundurin var so á Parnassinum 27. oktober l976. Á hesum fundi vórðu 89 nýggir limir tilmeldaðir, 34 menn og 55 kvinnur.

Pensionistafelagið ætlaði sær ikki at verða øðrum felagsskapum til meinboga, men í samarbeiði við onnur feløg, sum vóru frammanundan, royndu tey at finna eina loysn, so bert tað eina felagið hevði fund sama kvøld. Pensionistafelagið legði so sínar fundir til mikukvøld.

Men eitt óloyst mál er enn høli til felagsfundir. Og aftur varð heitt á býráðið um hjálp, og nevnd vórðu ymisk hús: Gamli Føroya Banki (har hevði tekniski skúlin hildið til). gomlu telagrafstjórahúsini við Tórsgøtu og fyrrverandi ognin hjá Thorstein Petersen við Kongagøtu. Eisini varð nevnt um gomlu handilshúsini hjá Hans Olsen á Doktaragrund.

Annars er at siga, at nýggir limir leggjast alsamt til. Felagið verður boðið at síggja film í Havnar Bio, og tá eru møttir umleið l20 limir. Teir fundir, ið higartil hava verið hildnir, hava verið á Hafnia.

Eitt, ið enn ikki hevur verið frammi (alment) er lóg fyri felagið. Ikki fyrrenn á ársaðalfundi l5. oktober l980 verður uppskot til lóg lagt fyri limirnar.

Í grein 1 stendur: Pensionistafelagið í Havn, sum er stovnað 20. mei l976, er eitt ópolitiskt og trúarliga óheft felag.

Lógaruppskotið varð samtykt.

Endaliga er loysn funnin viðvíkjandi hølisviðurskiftunum. Í september l98l fer felagið at hava fundir í Ydun úti á Reyni. Tað er Havnar Kommuna, sum hevur leigað bygningin til hetta endamálið.

Alt, sum tíðin líðir, verða eisini strangari krøv sett til bygningar, har fundir verða hildnir. Á fundi 26. oktober l983 verður skriv frá brandmeistaranum í Havn lisið upp, og har verður mótmælt, at fundirnir verða hildnir í Ydun. Hetta av trygdarorsøkum. So varð atkvøtt um at fara aftur á Hafnia ella kanska at fáa annað høli. Tað vísti seg at vera stórur meiriluti fyri at fara aftur á Hafnia.

Fundir vórðu so regluliga hildnir á Hafnia til l998. Tá flytir felagið niðan í gamla Føroya Banka. Her er tað sokallaða Tilhaldið eisini við sínum virki. Men Pensionistafelagið vil ikki rættiliga fella til her. Fyri ein part koma arbeiðið hjá Tilhaldinum og fundirnir hjá Pensionistafelagnum at tørna saman. Báðir partar skulu nýta somu høli. Tað endar so við, at Pensionistafelagið fær sær innivist í Losjukjallaranum við Tinghúsvegin.

Um virkið øll hesi árini er at siga, at nógvir fundir hava verið hildnir. Tað hevur verið fundur eina ferð um vikuna. Fundirnir hava verið skipaðir skiftandi sum hugnafundir, eitt nú við kortspæli. Tey so vælumtóktu bingospølini hava javnan verið. Fólk eru biðin at halda fyrilestrar, vísa ljósmyndir siga frá og lesa upp. Samvinna hevur eisini verið við onnur feløg í býnum. Útferðir hava verið á hvørjum ári, so at limirnir hava havt høvi at koma runt í landi okkara. Uttanlandsferðir hava eisini verið, og sigast kann, at limirnir sum heild hava tikið væl undir við teimum tiltøkum, sum skipað hevur verið fyri. Eitt annað, sum vert er at nevna, eru jólaveitslurnar, sum altíð hava verið væl vitjaðar. Hesar veitslur hava havt rættiligan jóladám í orðsins sanna týdningi. Tað hevur verið fastur siður, at borgarstjórin og bispur (við konum) hava verið gestir til jólaveitslurnar.

So við og við vórðu pensionistafeløg stovnað aðrastaðni í landinum. Í Klakksvík var longu felag frammanundan tí í Havn.Talan varð so um, at hesi feløgini skuldu ganga saman í eitt landsfelag. Hetta gjørdi hini feløgini, og áheitan kom so eisini til Pensionistafelagið í Havn, men her var ikki hugur at fara upp í landsfelagið.

Landsfelagið skipaði fyri regluligum landsfundum við veitsluhaldi. 24. november l990 var slíkt tiltak á Kambsdali (Ytra Dali). Pensionistafelagið í Havn var boðið við. 46 limir fóru. Hetta man helst hava elvt til, at støðan mótvegis landsfelagnum broyttist, tí 2l. september l99l stendur í gerðarbókini, at nú hevur felagið søkt um og fingið limaskap í landsfelagnum.

Ilt er í eini blaðgrein at taka nakað serligt burturúr. Eitt og annað er kortini at nevna. Tað er ein mongd av ymsum felagsskapum í kommununi. Øll rópa helst eftir, og øll halda seg eiga eins góðan rætt til hjálp, serliga fíggjarliga hjálp. Býráðið hevur frá fyrsta degi sýnt felagnum mikla vælvild. og eigur tað takk uppiborna fyri hetta.

Gjøgnum eitt 25-áraskeið hava ikki so fá farið inn og út úr nevndini. Tey eiga sanniliga stóra tøkk fyri sítt arbeiði. Sannroynd er, at júst hetta at fáa fólk at taka við nevndararbeiði er mangan ein trupulleiki. Ofta verður farið lættasta vegin. Vita vit, at okkurt tiltak er, sum tað almenna meira ella minni hevur ábyrgdina av, hevur sett lønt fyristøðufólk at reka, so detta vit tann vegin í staðin fyri at taka ábyrgdina sjálvi. Men standa limirnir aftan fyri nevndina og møta upp til tey tiltøk, sum nevndin skipar fyri, er tað tann dyggasta eggjan til nevndina í arbeiði sínum.

Sitandi nevndin er: Karin Jacobsen, formaður, Paula Apol, næstformaður, Sune Joensen, kassameistari, Herdis Müller og Martin Frederiksen.

Latið okkum minnast hann, sum fyrsta stigið tók at stovna felagið eins og tey, sum av fyrstum tóku so væl undir og gjørdu tað slóðbrótandi arbeiðið. Tað besta minni, vit kunnu reisa teimum, er, at vit alsamt av øllum alvi standa saman um at varðveita og menna felagið.