Tað gongur ikki væl hjá Hørði H. Askham at fáa nógva spælitíð í Roskilde FC fyri tíðina.
Tá Roskilde á heimavølli leikti javnt 1-1 móti Skive slapp Hørður á vøllin í 85. minutti.
Mathias Veltz legði Roskilde á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Skive javnaði til 1-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Roskilde er nummar fimm í deildini við 10 stigum. Thisted hevur 14 stig á fremsta plássinum.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 koma fyrrverandi liðfelagarnir hjá Hørði í AB á vitjan hjá Roskilde.