Rásin nýggjar karmar

Tað var ein sera fegin landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, sum fríggjadagin kundi halda røðu í sambandi við at útbyggingin av Rásini í Saltangará er liðug

Næmingar og starvsfólk vóru somuleiðis glað fyri nú at kunna virka í nýggjum snotiligum karmum. 

 

Byggingin byrjaði í 2023 og hevur gingið sera væl. Tað er Malltek úr Klaksvík, sum hevur verið høvðusarbeiðstakari, og Landsverk hevur verið byggiharri. Stór móttøka var á Rásini, har nógv fólk vóru komin saman at fagna stóru útbyggingini, sum ger, at næmingatalið í skúlanum kann tvífaldast frá 7 til 14 næmingar, og upptøka kann verða á hvørjum ári.

 

Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her.