Jan Dam var á altjóða støði

Helgi L. Petersen er kanska í løtuni tann besti føroyski spælarin í heimligu kappingini, og enn eina ferð noyddist liðformaðurin á landsliðnum, Jens Kristian Hansen, at taka seg úr einum dysti, tí hann er skaddur

 

Fótbóltslandslið

 

Um vikuskiftið var Allan Simonsen, landsliðsvenjari, og tók bestikk av støðuni í Føroyum. Fríggjadagin var hann í Runavík, og sunnudagin var hann í Gundadali.

Ørindini vóru sjálvsagt at fáa eina fatan av, hvussu væl spælararnir eru fyri, nú teir báðir fyrstu landsdystirnir á heimavølli í ár rættuliga eru farnir at nærkast. Fyrri dysturin verður á Svangaskarði ímóti Sveis hvítusunnuaftan, sum er leygardagin 2. juni. Seinni dysturin verður ímóti Jugoslavia mikudagin 6. juni. Hann verður á Tórsvølli.

Uttanfyri landoddarnar eru seks spælarar, sum heilt víst fáa landsliðsboð, og so er spurningurin, hvussu tað verður við Súna Olsen, sum hesa seinastu tíðina hevur roynt seg eitt sindur sum skiftisspælari í FC Zwolle í næstbestu deildini í Hollandi. Hinir seks eru Julian Johnsson, sum er um at koma fyri seg eftir skaða, Kurt Mørkøre, sum ikki hevur spælt serliga nógv á besta liðnum hjá Sogndal tær síðstu vikurnar, Johan B. Hansen, sum ikki er á besta liðnum hjá OB, Jákup Mikkelsen, Óli Johannesen og Todi Jónsson.

 

Jan eyðsýndur

At landsliðsvenjarin valdi at vera í Runavík dýra biðjudag var ikki so undarligt. Fimm av spælarunum, sum hava verið í átjan manna hópinum tær síðstu ferðirnar, vóru á vøllinum, tá NSÍ hevði vitjan av B68.

Jens Martin Knudsen tykist skapa tryggleika í NSÍ verjuni, og við síni mælsku rødd er hann íblásari til liðfelagarnar longri frammi á vøllinum. Christian Høgni Jacobsen syrgdi við avrikinum í Luksemburg, har hann skoraði annað málið og legði upp til hitt, og við dystinum í Moskva fyri, at hann er væl við, tá átjan manna liðið til dystirnar fyrst í juni skal veljast. Ímóti B68 fekk hann ikki nakað serligt høvi at vísa sítt kynstur. Alt ov sjáldan fekk hann nóg góðar bóltar at arbeiða við. Men úr ellivu metrum vart hann tryggur. At hann eisini skoraði í Klaksvík boðar frá, at tevið er, sum tað eigur at vera hjá álopsspælara.

Hjá B68 vóru Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen væl upplagdir. Teir mundu vera høvuðsorsøkin til, at toftamenn høvdu yvirvág í miðvallar spælinum. Fróði var sterkur í nærdystunum á jørðini og í luftini, og Øssur hevði fleiri hugflogsríkar løtur. Ein av hesum var, tá hann í álopsstøðu var staddur í høgru. Arnold Joensen bjóðaði seg til úti í borðinum. Øssur brúkti uppløgdu sendingina í borði sum fintu, tríggir mótstøðumenn hoppaðu upp á tað, og so valdi landsliðsmaðurin at traðka upp um bóltin og draga inn ímóti miðásinum.

Hans Fróði Hansen vann nógvar luftbóltar, men tað tóktist viðhvørt sum hann hevði eitt sindur ilt við at halda plássið í miðverjuni og ov lætt lat seg lokka fram á vøllin og út í borðini.

Jan C. Dam hevur spælt 39 landsdystir, og hann hevði einki havt ímóti at talið varð snøggað til 40. Í fjør var Jan C. Dam á landsliðnum í báðum venjingardystunum í La Manga, og hann spældi fyri 39. ferð á landsliðnum, tá Føroyar 26. apríl í fjør vunnu 1?0 í Liktinstein. Ímóti Danmark á Tórsvølli var hann á beinkinum allar 90 minuttrnar, og í HM undankappingardystunum á heimavølli ímóti Slovenia og á útivølli ímóti Sveis var hann als ikki við.

Landsliðsvenjarin hevur neyvan tær stóru framtíðar ætlanirnar við Jan C. Dam. 7. september verður verjumaðurin 32 ár. Men dýra biðjudag var Jan C. Dam væl fyri, og serliga í 2. hálvleiki spældi hann sannførandi. Undan dystarbyrjan var Allan Simonsen í umklæðingarhølunum og heilsaði upp á spælararnar, og tað kann hugsast, at tað hevur sett eitt sindur av eyka ferð í Jan C. Dam.

? Spælið var týðuliga merkt av, at talan var um lokalt innanhýsis stríð. Serliga í 2. hálvleiki var Jan C. Dam sera væl upplagdur og eyðsýndur, helt venjarin eftir dystarenda.

 

Havnarmenninir

Sunnudagin vóru ? burtursæð frá Sámali Joensen ? allir teir heimligu landsliðsmenninir, sum ikki spældu í Runavík friggjadagin, í Gundadali, og Allan Simonsen var ímillum áskoðararnar í góðveðrinum.

Allan Mørkøre er metmaður á landsliðnum, og Allan Simonsen man halda fast pláss opið til hansara. Tað er á landsliðnum, at Allan Mørkøre so at siga skal spæla seg av, og tískil hevur tað ikki so stóran týdning fyri fyrstu altjóða framtíðina hjá Allani Mørkøre, at hann ikki var serliga eyðsýndur ímóti B36. Rógvi Jacobsen stóð heldur ikki sterkur í myndini, og Andrew av Fløtum fór út, tí hann var skaddur. Uni Arge er sjálvskrivaður í landsliðshópinum. Hann misnýtti ein stóran møguleika sunnudagin, men annars fekk hann lítið at arbeiða við.

B36 hevur seinastu tíðina átt fýra spælarar í landsliðshópinum. Jens Kristian Hansen, sum fyrr í ár hevur verið nógv skaddur, noyddist av vøllinum tíðliga í 2. hálvleiki, tí hann hevði fingið ein vøddaskaða. Inntil tá hevði hann staðið seg væl. John Petersen stóð veikari í myndini, enn hann plagar at gera, og hann varð skiftur út. Jákup á Borg tykist betri upplagdur, enn hann nakrantíð hevur verið. Serliga í 1. hálvleiki, tá hann var í álopinum (eftir steðgin varð hann fluttur á vongverjan) var Jákup ágrýtin og vandamikil.

Pól Thorsteinsson greiddi sín setning til fulnar. Setningurin var at taka sær av Allani Mørkøre. Tað vil við øðrum orðum siga, at Pól var ytstur á miðvøllinum í vinstru. Tann leiklutin hevur hann eina ferð áður havt, og tað gekk ikki so væl. Í dystinum ímóti Letlandi varð hann fyri einastu ferð higartil skiftur út í landsdysti.

Skulu vit nevna onkran spælara, sum ongantíð áður hevur verið á landsliðnum, men sum avgjørt styrkti um sína støðu í Gundadali sunnudagin, so má tað verða Herbert í Lon Jacobsen. Hansara uppgáva var at ansa eftir Una Arge. Tað gjørdi hann væl og virðiliga.

 

Ikki sýnaðir

GÍ er oddalið í landskappingini. Tað eru teir sjálvandi ikki av ongum. Liðformaðurin hjá gøtumonnum, Sámal Joensen, er fastur maður í landsliðsferðalagnum. Henning Jarnskor tykist ikki eiga sama rættin til pláss í átjan manna hópinum, sum hann hevur havt. Fríggjadagin sást í Gundadali, at hann var betri fyri, enn hann hevur verið leingi.

Bartal Eliasen hevði ein kiksara, sum bar mál við sær til HB. Men annars var hann sum ein brandur, og Helgi L. Petersen, sum eina ferð hevur verið í landsliðshópinum, men enn eigur fyrsta landsdystin til góðar, er kanska tann spælarin, sum er best fyri av øllum í løtuni.

Vágbingar eru meistarar, men eingin teirra tykist vera upp á tal hjá Allani Simonsen, og hóast tað eru nógvir klaksvíkingar í hópinum hjá landsliðsvenjaranum, so er eingin KÍ spælari upp á tal til landsliðið.

Allan Simonsen sigur, at hann tíggju dagar undan hvítusunnuaftan fer at almannakunngera, hvørjar átjan hann ætlar at hava við til teir báðar heimadystirnar fyrst í juni. Tað vil við øðrum orðum siga, at í seinasta lagið Kristi himmalferðardag, tá seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini eru á skránni, verður tað greitt, hvørjir átjan fara at fáa landsliðsboð.