Toppdystur í Gøtu

Annað vikuskifti á rað skal GÍ spæla oddadyst. Hesa ferð móti B36

 

Upptakt


Tað er um tað mundi, at sólin aftur er farin at skína á fótbóltshugaðu Gøturnar. Við sigrinum á HB fyri viku síðani legði GÍ seg einsamalt á odda, og vinna teir aftur sunnudagin, verður henda oddastøða styrkt enn meira.


Alt hevur týdning

Dysturin er tó ein av teimum, sum á pappírinum er sera torførur, og GÍ-venjarin, Johan Nielsen ásannar eisini, at talan er um eina sera týdningarmikla uppgávu, tó at hon ikki hevur so nógv størri týdning enn aðrar.

- Tá mann er í oddinum, so eru allir dystir týdningarmiklir. So er spurningurin bara, hvussu leingi mann er á odda, ljóðar filosofiska svarið frá venjaranum.

Johan Nielsen roknar annars við, at allir mans eru tøkir til dystin sunnudagin. Eingir skaðar gjørdu um seg í dystinum móti HB, og har umframt er Zdzislaw Janik nú aftur komin fyri seg, eftir skaðan, sum hann fekk í fyrsta umfari.


Jens Kristian úti

Eisini í B36 ásanna tey, at dysturin móti GÍ hevur stóran týdning, hóast tað enn er stutt fráliðið í kappingarárinum.

- Hatta er sjálvandi ein sera týðandi dystur, sum vit vilja gera alt fyri at vinna. Tapa vit, so eru longu fimm stig upp til oddasessin, og tað kann gerast tungt at vinna aftur, heldur Jákup á Borg, tá vit spyrja hann um dystin.

Álopsleikarin roknar annars við, at burtursæð frá Jens Kristian Hansen, eru allir mans tøkir til dystin sunnudagin. Jens Kristian noyddist út í dystinum móti HB við eini fipurspreinging, og noyðist tí allar helst at binda frið í nakrar vikur.