Vitloysisrásin, LINDIN!

»I Jesu Navn, skal al vor Gerning ske, om den i Sandhed vorde skal til Gavn? yrkir Johan Frederiksen í fyrru helvt av 1600-talinum ? rektari í Roskilde.

 

Ívar Iversen

Á Heiðaskákinum 9, 29. apríl 2001

??????????????????????????????


»I Jesu Navn, skal al vor Gerning ske, om den i Sandhed vorde skal til Gavn? yrkir Johan Frederiksen í fyrru helvt av 1600-talinum ? rektari í Roskilde.

Hendan yvirskrift er sett sum eitt minni um tey, ið hava balst her á landi í langa tíð og livdu í teirri sterku og óreingiligu trúgv á Vár Harra, at í hansara navni skuldi alt handligt og andligt vera útint. At nevna útróður, fjallgongu, bjargaferðir og annað mangt í tí sambandi er óneyðugt, tí tað er væl og virðiliga lýst aðrastaðni.

Jesus fylgi tær? Hann veri eftir hjá tær? var ein vanlig heilsan, tá menn fóru til skips og komu at biðja skyldfólki og vinfólki farvæl. Hetta var ikki bara ein hissini heilsan. Her lá nakað djúpari undir. Mangir teirra, ið høvdu borið hesa heilsan fram, komu ikki afturíaftur. Kortini hevði ynskið um at Jesus fylgi tær, styrkt tey ið eftir sótu og trúðu orð Bíbliunnar, um hvar vit einaferð aftur skulu hittast ? uppi hjá Guði.

Vit ið trúgva á uppreisn Jesu og líta á orð hansara um frelsu fyri hvønn tann ið trýr, hava kortini dag og dagliga fyri neyðuni at biðja til hansara til tess, at vit mega varðveita hesa trúgv og fáa fyrigeving fyri alt tað, ið dag og dagliga troðkar á og togar og roytir í okkara syndiga kjøt.

Nú eitt kvøldið skrúvaði eg lurtitólið á eina støð, ið kallar seg Lindin. Har fekk eg ein tílíkan skelk, at eg bað Jesus standa hjá mær. Tað, ið har fór fram, var so groteskt, at eg fór at spyrja meg sjálvan, hvørt nakað er, sum eitur eitt etiskt ráð. Hetta etiska ráðið eigur at gera greitt, at tey, ið hava fingið sendiloyvi, eiga at duga sær hógv og laga seg eftir teirri fyriskipan, ið tað etiska ráðið ásetur. Í hesi »seansu« ? 26/4 millum klokkan 23 og 24 á kvøldi ? sótu tvey fólk, Jenis av Rana, lækni, løgtingsmaður og Guð viti hvat, og eitt konufólk, og jublaðu fullkomiliga vitleyst. Hallelja, Amen, Haleluja, Amen ? o.s.fr. ? áhaldandi ?

Hendan unga gentan virkaði viðhvørt, skilti eg tað rætt, sum fór hon at tosa í tungum; og tað eg helt meg skilja av tí, hon segði, orðaði hon seg á sponskum, ella øðrum latínskum máli. Jenis skrólar uppí saman: Amen-Halleluja, meðan hon uppímillum tekur afturíaftur okkurt á fremmandum máli. Eitt nú bóðu tey um, at gøturnar í Havn skulu vera tómar (allir ungdómar, alt fólk týnt?), Klub-20 og onnur syndabøli lokast, har ungdómur leitar sær til gamans. Fullir ungdómar, ið vála úti á gøtunum, eiga at verða burturbeindir (tøkk fái Guð, at eg eri ikki sum hasin tollarin, tykist vera aðaltátturin. ? Guð lati meg góðan tí tala! Hvussu fólk annars tíggja sær heima við hús, er teirra søk. Her er talan um eina almenna sendirás!

Tá eg hevði fingið nóg mikið av hesi, eftir mínum tykki, blasfemisku orðaskolan, helt eg stundina vera komna til at fara til songar; klokkan var tá farin um miðnátt, og biðja Faðir Vár!

Jensi av Rana og Lindin er eftir mínum tykki í mongum førum ein hættislig rás í útvarpssendihøpi. Børn, hálvvaksin og viðkvæm duga ikki altíð væl á at skynda. Skal hendan rásin við sínum, eftir mínum tykki, sjúkligu sendingum, ótálmað sleppa at hóreiggja sær sum henni lystir og kanska koma ungum, ósketnum og minni væl at sær komnum í eitt trúðaróføri, so er spurningurin, hvørt vit skulu steðga hesi rás ella lata hana greitt vita, at hon eigur at lúka ávísar treytir fyri sømiligum sendingum, sambært einum etiskum ráði.

Sum er, er Lindin, eftir mínum tykki, lítið tignarlig ? kortini ikki í øllum førum, har eitt nú menn sum Svenning av Lofti og onnur, ið umboða aðrar trúarbólkar, viga upp ímóti. Jenis av Rana hevur, haldi eg, tilskilað sær rætt, sum ein annar »inkvistorur«, at áseta lívsførslu okkara, og átti tískil ikki at sloppið at staðið fyri einum sendiloyvi. Hann er útbúgvin lækni og dugir helst at røkja tað, hann er settur og útbúgvin til.

Higar til lands hevur hann, saman við øðrum, drigið fólk líka sunnan úr Afrika til tess at vísa, hvussu ávísir trúarbólkar kunnu vekja deyð uppaftur til lívs, grøða tey, ið liggja til at doyggja av eyðkvæmi ? »AIDS«, og annað mangt. (Okkum rennur til hugs evangeliini um einkjuna í Nain, dóttir Jairusar, Lásarus og onnur undurverk, Jesus gjørdi). Hví útinnir hon ikki undurverk síni, har tey eru mest átroðkandi ? júst í heimsparti sínum ? Afriku? Jenis av Rana er eftir mínum tykki, fólkavaldur ella ikki, hættisligur, tá hann fær leysar teymar at gera, sum honum lystir og oyðileggja eina sunna menning millum øll okkara ungu. Vit vanligu biðja fyri teimum dag og dagliga.