Tað gongur ikki altíð sum prestur prædikar

Tað man vera langt síðani, at úrslitini í einum umfari hava verið so óvantað, sum tey vóru í triðja umfarinum, tá tvey av oddaliðunum taptu á heimavølli, og tað liðið, ið hevur verið mett sum hitt vánaligasta, fekk alt á útivølli

 

Samanum


HB fer ikki at missa nógv stig í hesum kappingarárinum. Soleiðis hava fleiri mett, eftir at havnarmenninir í tveimum teimum fyrstu umførunum fingu alt ímóti B68 og KÍ. Fríggjadagin taptu teir á heimavølli ímóti GÍ. Hetta var fyrsta ferðin síðani 1991, at GÍ vann á HB á útivølli. GÍ sigurin hevur við sær, at gøtumenn eru einsamallir á odda í bestu deildini. Teir hava fult stigatal, og teir hava ikki verið har á støðutalvuni, sum teir eru nú, síðani tað eftir átjanda umfarið í 1996 var greitt, at GÍ fyri fjórðu ferð á rað hevði vunnið FM.

Hesa ferð høvdu tað neyvan verið fleiri vinnarar í einari føroyskari veddingartænastu. At B36 vann 2?0 á Mølini á Eiði var ikki ørðvísi, enn tað kundi roknast við.

Um avrikini í teimum báðu fyrstu umførunum vórðu nýtt sum grundarlag at meta út frá, so vóru øll hini úrslitini øðrvísi, enn tað kundi roknast við. FM vinnararnir, sum høvdu fingið fult í tveimum umførum, taptu á heimavølli ímóti KÍ, sum einki hevði fingið burturúr tveimum umførum.

B68 hevði skinklað nógv, áðrenn teir fóru in ní Heiðar. Har vóru teir leikliga omaná og fingu eitt stig. FS Vágar hevði tapt 6?0 í fyrsta útidystinum, og B71 hevði vunnið 1?0 í fyrsta heimadystinum. Fótbóltslagið í Vágum tóktist einki serligt, men fríggjadagin eydnaðist teimum at leggja ein skugga á sølustevnuna á Sandi.


Royndirnar ræða

Í HB mundu teir neyvan rokna við at tapa ímóti GÍ At grannarnir síðani meiri ella minni sendu dreymin um enn eina steypafinalu heilt langt burtur, var eyka skelkur hjá HB. Í báðum førunum var talan um taktiskt meistaraverk. Johan Nielsen og Piotr settu lyklaspælararnar hjá HB út av spælinum, og tað legði út á bera jól, at HB hevur veikleikar.

Í steypakappingini fáa teir í HB ein nýggjan møguleika. Tá kann tað fara at vísa seg, at málið hjá Halli Danielsen sunnudagin hevði stóran týdning.

Í landskappingini hevur tapið á heimavølli elvt til, at tey í HB eru farin at venda eyguni ímóti sær sjálvum. Ein spurningur er, hví Jón Rói Jacobsen, sum bara var á vøllinum í 40 minuttir og av HB viðhaldsfólkunum kortini varð kosin besti maður á teirra liði, ikki spældi alla tíðina. Eyguni og spurningarnir verða snaraðir ímóti venjaranum. HB hevur breiðan hóp, undan fríggjadegnum var Jón Rói eitt sindur skaddur, og venjarin skuldi eisini hugsa um, at ein nýggjur týdningarmikil dystur var a skránni longu sunnudagin.

Í fjør tapti HB tveir heimadystir, meðan teir ongantíð taptu á útivølli. Tapini á heimavølli kostaðu FM heitið. Spurningurin er, hvussu tað fer at roynast í ár.


Vinnarar og taparar

Nú ein sættingur av kappingini er avgreiddur er tað bara eitt lið, sum hevur fult stigatal. Tað er GÍ. Tvey onnur lið hava ikki tapt. Annað er B36, sum hevur vunnið tvær ferðir og spælt eina ferði javnt. Í løtuni tykjast hesi bæði liðini at vera best fyri. B36 hevur breiðan hóp og hevur bæði steypafinaluna og landskappingina at hugsa um.

GÍ hevur ikki so nógv fólk. Tí hevur tað avgerandi týdning hjá teimum, at allir teir spælararnir, sum vóru ímillum teir fyrstu ellivu fríggjadagin, eru tøkir hvørja ferð. GÍ tykist vera meiri viðkvæmt yvirfyri skaðum og kortum, enn havnarfeløgini og fleiri av hinum liðunum.

NSÍ hevur ikki roynt at tapa, men saman við tveimum øðrum liðum hava teir heldur ikki roynt at vinna. Hini bæði liðini eru B68, sum ivaleyst fer at vinna nakað skjótt og so EB/Streymur. Lykladystirnir hjá teimum verða ivaleyst teir ímóti B71 og FS Vágum. Fyrsta lykladystin vann B71 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tann næsta tapti B71 á heimavølli ímóti FS Vágum. Triði lykladysturin verður á skránni komandi sunnudag. Tá skal EB/Streymur spæla í Miðvági.

Í fjør hittust KÍ og NSÍ fleiri ferðir eftir stuttari tíð. Soleiðis verður tað eisini í ár. Eftir fyrru hálvfinaluna síðsta sunnudag skulu teir í NSÍ longu sunnudagin norður aftur til Klaksvíkar at spæla landskappingardyst, og annan hósdag skal KÍ til Runavíkar at stríðast í seinnu hálvfinaluni. Tað verður ikki KÍ, sum fer at fáa ágóðan av, at tveir NSÍ spælarar sóu reytt í steypadystinum sunnudagin. Sjúrður Jacobsen og Ian Højgaard vera leikbannaðir, tá NSÍ í annaðkvøld skal spæla útsetta dystin í Miðvági.

VB og HB endaðu á tveimum teimum ovastu plássunum í fjør. Komandi sunnudag hittast tey í Gundadali. Í fjør royndi hvørki av hesum liðunum at tapa tveir landskappingardystir upp í slag.

Oddadysturin næstu ferð verður í Gøtu, har B36 fer at vitja. B68 fær vitjan av B71, og annað vikuskifti skulu toftamenn norður til Eiðis.

Úrslitini í triðja umfarinum góvu ábending um, at tað kann so skjótt vera soleiðis, at tey, sum hava verið fremst, detta longur niður, og at tey í botninum lætta sær á. Tað er sjarman við fótbóltinum.