Enn einaferð má IRF boða frá, at trupulleikar við gamla ketlinum gera, at brennistøðin ikki megnar at taka móti burturkasti. Tað boðar felagsskapurin frá í tíðindaskrivi í kvøld. - Tað er tann gamli k
Tað var í gjár, at Fíggjarmálaráðið sendi Gerðarættinum eitt skriv um, at tey mettu talan verða óheimilaðan arbeiðssteðg, tá ið felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar valdu at senda narkosusjúkrarøkt
Í dag eru fyrstu søgurnar við heitinum Paradís skjølini byrjaðar at koma fram á altjóða miðlum, sum journalist felagsskapurin ICIJ stendur aftanfyri. Málið snýr seg um sokallað Paradís skjøl, sum stav
Vejle er framvegis oddalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Viljormur Davidsen var við frá dystarbyrjan tá Vejle vann ein sera týdningarmiklan 2-1 útisigur ímóti Brabrand. Rasmus Lauritsen legði V
Leygardagin 4.nov klokkan 15-16 letur ein serstøk listaframsýning upp í Kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju í sambandi við, at kirkjan hátíðarheldur sín tíggju ára vígsludag. Talan er um eina framsýni
– Tað hevði sømt seg betur, at Fíggjarmálaráðið kom aftur til samráðingarborðið við einum veruligum vilja at finna semju, heldur enn at kasta við runu í miðlunum, siga sjúkrarøktarfrøðingarnir. – Í tí
Hann hevur vunnið 11 av 12 møguligum gullheiðursmerkjum. Tveir teir fyrstu kappingarnardagarnir í FM í svimjing á stuttgeil eru farnar aftur um bak, og tey eru nú farin seinastu finalurnar. Kappingin
Fríggjakvøldið handtók grønlendska løgreglan ein mann, sum hevði skotið um seg í bygdini Saarloq í suðurgrønlandi. Saarloq liggur nakað sunnan fyri býin Qaqortoq. Tað skrivar blaðið Sermitsiaq. Maðuri
Manchester City tykist vera besta boðið uppá ein komandi vinnara av Premier League. Í dag spældi Manchester City dyst nummar 11 í hesum kappingarárinum, tá Arsenal kom á vitjan, og Manchester City van
Frákoyrdi katalanski forsetin Carles Puigdemont hevur í morgun meldað seg til belgisku løgregluna, eftir at ein spanskur dómstólur í vikuni eftirlýsti Puigdemont í øllum ES-londunum. Tað veit Reuters