Frákoyrdi katalanski forsetin Carles Puigdemont hevur í morgun meldað seg til belgisku løgregluna, eftir at ein spanskur dómstólur í vikuni eftirlýsti Puigdemont í øllum ES-londunum.
Tað veit Reuters at siga.
Puigdemont og fýra aðrir ráðharrar í katalansku stjórnini møttu ikki á rættarfundi í Madrid, eftir at teir høvdu lýst Katalonia sum sjálvstøðugt land. Tað fekk rættin at geva boð um at handtaka teir.
Eftir at stjórnin í Madrid koyrdi stjórnina í Katalonia frá, fóru Puigdemont og fýra aðrar ráðharrar av landinum, og nú hava teir allir meldað seg til belgisku løgregluna.
Sambært Reuters skulu teir fimm katalananir avhoyrast at belgisku løgregluni seinni í dag, og mánadagin skal belgiskur dómstólur taka støðu til, um teir skulu latast sponsku myndugleikunum ella ikki.










