City strýkur avstað

Manchester City vann aftur í dag greiðan sigur í Premier League

Manchester City tykist vera besta boðið uppá ein komandi vinnara av Premier League. Í dag spældi Manchester City dyst nummar 11 í hesum kappingarárinum, tá Arsenal kom á vitjan, og Manchester City vann ein greiðan 3-1 sigur móti Arsenal.

 

Sostatt eru Manchester City enn ósigraðir eftir fyrstu 11 dystirnar í Premier League, har felagið hevur vunnið 10 dystir og spælt ein javnan.

 

Fyrr í dag spældi Tottenham eisini í Premier League. Tottenham er eitt av liðunum, sum roynir at elta Manchester City í oddinum av deildini. Tottenham vann tann dystin 1-0 á heimavølli móti Crystal Palace við máli frá Heung-Min Son.

 

Um eina lítla løtu verða seinastu tveir dystirnir spældir í Premier League í hesum umfarinum. Teir báðir dystirnir eru millum Chelsea-Manchester United, og Everton-Watford.

 

Úrslitini í Premier League í dag:

Tottenham – Crystal Palace 1-0

Manchester City – Arsenal 3-1