Paradís skjøl: 13 milliónir skjøl um skattaskjól likin til miðlar

Fyrst var tað Panama skjølini, nú eru tað Paradís skjølini, sum avdúka skattasvik.

Í dag eru fyrstu søgurnar við heitinum Paradís skjølini byrjaðar at koma fram á altjóða miðlum, sum journalist felagsskapurin ICIJ stendur aftanfyri. Málið snýr seg um sokallað Paradís skjøl, sum stava frá einari sakførarafyritøku í Bermuda, og tey snúgva seg um feløg, kend fólk og kongalig.

 

Í alt eru 13.4 milliónir skjøl likin til miðlarnar. Tey eru høvuðsheitinum frá sakførarafelagnum Appleby, men skjøl eru eisini frá ráðgevarafyritøku í Singapor. Skjølini eru likin til týska blaðið Süddeutsche Zeitung og somuleiðis til altjóða journalistfelagsskapin ICIJ. Í alt eru 380 journalistar frá 67 londum blandaðir í málið. Skjølini avdúka fíggjarlig loyndarmál frá skattaskjólslondum, tí Appleby ráðgevur millum annað um vinnuvirksemi í skattaskjólslondum, sum gera tað trupult hjá skattamyndugleikum í øðrum londum at finna fram til, hvør eigur hvat felag, og harvið eisini hvussu tey skulu skattast. Í alt eru meira enn 25.000 fólk umrødd, harav 140 í danska ríkinum.

 

 

Her er eitt yvirlit yvir søgurnar, sum altjóða miðlar í kvøld skrivað út frá skjølunum í Paradís málinum. 

 

 

- Bretska Elizabeth drotning hevur sett fleiri milliónir bretsk pund í ein grunn í Cayman Islands. Tað hevur ikki verið alment áður. Tó so er tað ikki lóg í Bretlandi, at drotningin skal almannakunngera síni fíggjarviðurskifti, og heldur ikki er tað lóg, at hon skal rinda skatt. Men hon ger tað av egnum vilja. 

 

 

- Fleiri stórar fyritøkur nevnast í sambandi við "ógvusligan fíggjarundandrátt". Tað verið seg eitt nú Apple, Nike, Uber og Facebook. Tað er enn ikki greitt júst hvussu hesar fyritøkur fremja tað í verki. 

 

 

- Tvey fólk tætt knýtt at kandiska forsætisráðharranum, Justin Trudeau, hava luttikið í at flyta fleiri hundrað milliónir í skattaskjól. Tey eru høvuðsinnsavnarin hjá Trudeau og ein fyrrvernadi senatorur í flokkinum hjá forsætisráðharranum. 

 

 

- Fleiri kend fólk og politikarar flyta sambært skjølunum sínar pengar í skattaskjólslond. Í alt 120 politikarar í 50 ymiskum londum eru uppíblandaðir. Tað er ikki heilt greitt, hvørji hesi eru. Hinvegin er ein maður sum Bono nevndir í skjølunum. 

 

 

- Skjølini vísa eitt samband millum russiska íleggjaran, Juri Milner, sum hevur sett størri upphæddir í Twitter og Faebook, og tvey feløg, sum russiska stjórnin eigur. Hesi feløg eru kend fyri at hava tætt tilknýti til stjórnina og harvið eisini til politisku dagsskránna. 

 

 

- Orkufelagið Gazprom hevur sett størri upphæddir í skattaskjól. 

 

 

- Fleiri lykla ráðgevar og ráðharrar í stjórnini hjá Trump, forseta, hava pening á konto í lágskattalondum. Tað er millum annað fíggjarmálaráðharrin Steven Mnuchin, uttanríkisráðharrin Rex Tillerson, fíggjarligi ráðgevin Gary Cohn og ambassadørurin í Russlandi, Jon Huntsmann. Samstundis er greitt, at amerikanski handilsmálaráðharrin, Wilbur Ross, hevur virksemi við versoni Vladimir Putins. Her í stendur, at Wilbur Ross stendur til at tjena størri upphæddir, um fyritøkur, sum USA hevur sett revsitiltøk ímóti, fáa framburð. 

 

 

Felagið Appleby hevur í kvøld sent út tíðindaskriv um, at tey eru vónbrotin av atferðini hjá altjóða miðlum í sambandi við Paradís skjølini. 

 

 

Keldur: Ritzau, The Guardian, TT, Süddeutsche Zeitung, ICIJ.