Vejle er framvegis oddalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Viljormur Davidsen var við frá dystarbyrjan tá Vejle vann ein sera týdningarmiklan 2-1 útisigur ímóti Brabrand.
Rasmus Lauritsen legði Vejle á odda beint undan steðginum. Tá 63 minuttir vóru leiktir javnaði Brabrand til 1-1. Toppskjúttin hjá Vejle, Dominic Vinicius skoraði sigursmálið heilt ímóti dystarenda, tá hann sendi eitt brotsspark í netið hjá Brabrand.
Jákup Thomsen fekk seinasta stóra korterið á vinstra vongi, tá lið hansara, Thisted vann 2-1 á Skive á heimavølli í dag. Skive kom á odda tá bert átta minuttir vóru farnir av dystinum, men longu fimm minuttir seinni hevði Sonny Jacobsen javnað uppá brotsspark. Í 21. minutti legði sami Sonny Jacobsen Thisted á odda 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Heini Vatnsdal var við frá byrjan, og hann fekk eitt gult kort tá lið hansara, Fremad Amager tapti heili 0-4 ímóti HB Køge á útivølli í dag. HB Køge kom á odda tá 10 minuttir vóru farnir, og tá Hakan Redzep fekk seinna gula kortið tá ein hálvur tími var farin av dystinum gjørdist mótbrekkan ov brøtt hjá Fremad Amager. Í steðginum var støðan 2-0 til HB Køge, og tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki var HB Køge á odda 4-0.
Komandi sunnudag tekur Fremad Amager ímóti Fredericia. Mánadagin 13. november spælir Thisted á útivølli ímóti Vendsyssel FF. Vejle spælir Týskvøldið 14. november á heimavølli ímóti HB Køge.
Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini er hugaligur lesnaður, sæð við føroyskum eygum:
1
16
12
34
2
16
8
31
3
16
12
29
4
16
7
25
5
16
6
25
6
15
4
21
7
16
0
21
8
15
-5
20
9
16
-16
17
10
14
1
16
11
16
-20
12
12
16
-9
1