Hann hevur vunnið 11 av 12 møguligum gullheiðursmerkjum.
Tveir teir fyrstu kappingarnardagarnir í FM í svimjing á stuttgeil eru farnar aftur um bak, og tey eru nú farin seinastu finalurnar. Kappingin er í svimjihølllini í Gundadali. Fyri fleiri svimjarar stendur nógv uppá spæl, tí umframt at kappast at gerast føroyameistari, er kappingin eisini ein úttøkukapping til Norðurlandameistarakapping og Evropameistarakapping, sum verður í komandi mánaði.
Stóri sigursharrin fyrstu tveir dagarnar er Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag. Óli býr í og venur í Danmark. Hann hevur tveir teir fyrstu dagarnir verið meldaður til 10 kappingar og vunnið 9 av teimum. Harafturat hevur hann vunnið tvær gull í liðsvimjingini, so tilsamans hevur hann vunnið 11 av 12 møguligum gullheiðursmerkum. Tað var í 50 m frí, at Óli ikki megnaði at vinna gull men silvur, tí her vann Rólant Toftum. Rólant megnaði eisini at verða javnur við Óla í 50m firvald.