Fríggjakvøldið handtók grønlendska løgreglan ein mann, sum hevði skotið um seg í bygdini Saarloq í suðurgrønlandi. Saarloq liggur nakað sunnan fyri býin Qaqortoq.
Tað skrivar blaðið Sermitsiaq.
Maðurin hevði skotið við bæði salongriflu og høglbyrsu – millum annað í móti einum ellisheimi í bygdini og einum privatum bygningi.
Løgreglan megnaði fríggjakvøldið at handtaka mannin uttan nakran dramatikk, og eingin fekk skaða av tilburðinum.