Búskapargrunnurin tekur stoytin av minkandi kvotum

Tað sigur Fíggjarmálaráðið í sambandi við nýggjastu tilmælini hjá ICES, sum mælir til, at veiðan eftir makreli verður minkað 70%, og at veiðan eftir svartkjafti verður minkaður 41%

Sveiggjandi tilfeingisinntøkur verða javnaðar gjøgnum Búskapargrunnin. Verða inntøkurnar frá veiðigjøldum minni enn mettar fyri 2026, fer tað at hava avmarkaða ávirkan á úrslitið í fíggjarlógini. 

 

Stutt eftir at fíggjarlógaruppskotið fyri 2026 var lagt fram, komu tilmælini frá altjóða havrannsóknarstovninum ICES um fiskiskapin eftir uppsjóvarfiski fyri komandi ár. ICES mælir til, at veiðan eftir makreli verður minkað 70%, og at veiðan eftir svartkjafti verður minkaður 41%. Hinvegin kann veiðan eftir norðhavssild vaksa 30%, sigur stovnurin.

 

Kvoturnar ásettar seinni

 

Í miðlunum hevur verið frammi, at tilmælini hjá ICES kunnu fáa stóra ávirkan á almennu inntøkurnar.

 

Tað er ov tíðliga at siga, hvussu tilmælini hjá ICES fara at ávirka inntøkurnar hjá landskassanum í 2026, tí at kvoturnar eru ikki ásettar enn. Kvoturnar verða ásettar millum strandalondini seinni í oktober. Um strandalondini fylgja tilmælunum hjá ICES, er ikki greitt enn. Eisini er ógreitt, um kvota verður ásett fyri lodnu, og hvørjar avtalur verða gjørdar við onnur lond.

 

Tí er ov tíðliga at gera  endurskoðaðar metingar um inntøkurnar frá veiðigjaldi næsta ár, men sannlíkt verða inntøkurnar nakað lægri, enn mett er í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026.

 

Búskapargrunnurin tekur stoytin

 

Hóast inntøkurnar frá avgjaldi á fiskatilfeingi í fíggjarlógaruppskotinum eru mettar til tilsamans 515 mió. kr., verða nettoinntøkurnar í fíggjarlógini bert 460 mió. kr. eftir flytingar í Búskapargrunnin, og eftir at kommunurnar hava fingið sítt.

 

Bert 1/7 av inntøkunum frá avgjaldinum oman fyri 350 mió. kr. verður tikin við í fíggjarlógina, meðan restin fer í Búskapargrunnin. Tí er ávirkanin á úrslitið í 2026 avmarkað. Búskapargrunnurin tekur stoytin. Minka inntøkurnar frá avgjaldinum við eitt nú 150 mió. kr., sammett við fíggjarlógaruppskotið, verður samlaða ávirkanin á úrslitið um 20 mió. kr.

 

- Hetta er júst endamálið við Búskapargrunninum. Hann virkar sum ein buffari, soleiðis at sveiggj í náttúruni ikki verða sveiggj í almenna búskapinum, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Fíggjarmálaráðið fer at fylgja gongdini komandi vikurnar, tá ið kvoturnar verða ásettar, og fer samsvarandi tí at gera nýggjar metingar um, hvussu tað fer at ávirka landskassan.

 

##med2##