og vit aðrir kunnu læra nógv av einum slíkum spælara, sigur Claus Bech Jørgensen. Hann stúrir als ikki fyri, at Dennis Wise skal forða fyri, at hann fær spælitíð á besta liðnum hjá Coventry. Vit mangla [...] mangla spælarar á sentrala miðvøllinum, tí tveir av teimum, sum vanliga spæla har, eru skaddir í longri tíð, og tí er tað gott at fáa Dennis Wise afturat, sigur Claus Bech Jørgensen, sum sjálvur hevur spælt [...] hann kundi byrja ein bardaga í einum tómum húsi. Jú, hann hevur framvegis temprament, men enn kenna vit hann so lítið, tí hann hevur vant við í minni enn eina viku, sigur Claus Bech Jørgensen. Føroyski
yvir av, tí Anna, tú fylti so nógv í okkara dagligdegi. Fimmti ár eru ikki fimmti dagar. Fyrst nú veit eg, hví tað var so umráðandi, at vit vinkonurnar skuldu hittast 22/5-2004 í Keypmannahavn. Góða Anna [...] manglaði. Gloymd er tú ikki og verður tað heldur ikki. Vit vitja teg á kirkjugarðinum, men tað riggar ikki. Tú, sum var so livandi, hví so vitja teg her. Vit standa bert spyrjandi. Eitt má eisini sigast, at [...] Eitt, sum gleddi meg so ómetaliga nógv, var at sita í kirkjuni og síggja tann stóra vinaskara, sum komin var at siga tær farvæl fyri seinastu ferð. Somuleiðis gleddi tað meg at síggja kirkjuna so vakurt
verklagslógir skulu orðast. ?Ætlanin er at finna eina fasta orðing, so at vit fáa ein samanhang í, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur, at tað eru so nógvar almennar útbyggingar, sum strekkja seg yvir fleiri fíggjarár [...] politiska rákið frá ári til ár, sum ger av, hvussu nógv verður gjørt tað árið. ?Fara vit í holt við eina verkætlan, so fara vit í holt við hana og gera hana lidna, sigur hann. Hetta snýr seg eisini um at hava [...] áðrenn hon verður løgd fyri tingið. Men landsstýrismaðurin vísir á, at hetta er ikki tí at slingur er komin í. ?Hetta málið er avgreitt og tað er avgjørt, hvussu skipið skal vera, sigur Bjarni Djurholm.
Ein samfeld tøkk frá viðskiftafólkunum á landpostrutu 51. Vit starvsfelagar í postútberingini í Suðurstreymoy eru eisini takksamir fyri tíðina vit hava starvast saman við Frank. Frank er greiður í meiningum [...] brøðrum og 4 systrum. Frank fer frá, sum landpostboð 1. juni í ár, og er tað eisini í hesum sambandi, at vit starvsfelagar í postútberingini í Suðurstreymoy ynskja at bera honum eina lítla heilsu. Frank er ein [...] Kaldbaksbotn og Kaldbak. Á hesum leiðum hevur Frank samvitskufult avgreitt sín dagliga arbeiðssetning. Komin aftur av rutini seinasta útberingardagin sást eisini á øllum brøgdum, at viðskiftafólkini hava sett
um tað sigur løgmaður og heldur fram: -Vit eiga at fokusera sum mest uppá politiska arbeiðið og lat okkum eisini frá samgonguni syrgja fyri at vísa á, at vit eru førir fyri at leggja so til rættis, at [...] manna samgongu, hvørs samgonguskjal Javnaðarflokkurin í stóran mun sigur seg kunna góðtaka, spurdu vit løgmann, hví hann, tá avtornaði, ikki víðkaði samgongugrundarlagið til eisini at fevna um Javnaðarflokkin [...] eitt sjónarmið, sum ein saktans kann koma við. Men tað er eingin loyna, at tað er trupult, tá tú er komin so langt í eini samráðing. Hvat kann vísa seg frameftir skal eg avgjørt ikki lata eyguni aftur fyri
ikki hevur megnað eftir 4 árum, letur seg væl gera, um vit verða verandi í ríkisfelagsskapinum. ? Men tað krevur samstarvsvilja. Fogh er komin í sessin hjá Nyrup, og tað merkist longu væl. Nú manglar [...] ríkisfelagsskapin, so er spurningurin ikki, hvat stendur á ymiskum pappírum. Spurningurin er heldur, um vit hava vilja til at samstarva um tað, sum pappírið sigur. Sjálvur havi eg í onkrari blaðgrein samanborið [...] fólki, hvussu tvørligt tað er at vera í ríkisfelagsskapi við Danmark. Bæði hvítar og svartar bøkur eru skrivaðar um hetta evni, faldari er sendur í hvørt hús í landinum o.s.fr. Boðskapurin var alla tíðina
Floresco, sum eftir ein tíma var komin inn á miðvøllin fyri Kristian Nielsen, skoraði til 2?0 beinleiðis upp á fríspark úr 20 metrum. Tað var eitt vakurt mál, frætta vit av Sandi. Tá restaðu níggju minuttir [...] miðvøllin hjá ÍF. Vit skrivaðu í næstsíðstu viku, at fyrrverandi ÍF spælarin, sum í meiri enn tíggju ár hevur búð í Grønlandi, har hann hevur verið á landsliðnum, var farin at venja við GÍ. Vit skilja á lagnum [...] vera illa fyri. Tomek, Bárur á Lakjuni, Bárður Mortensen og Eyðun Rygshamar vóru ikki við, tí teir eru skaddir. Tað var týðuligt, at B71 hesa ferð legði størri dent á verjupartin, enn teir høvdu gjørt í
kemur einki burturúr. Eitt val má gerast, sigur Eilif Samuelsen. - Høvdu vit allar skúlar og øll avvarðandi feløg við, so høvdu vit eina nevnd, ið ikki var so arbeiðsslig, sigur Eilif Samuelsen, fyrrverandi [...] útbúgvingarpolitikknevndina í maj 1997. Hóast hann í dag er sera nøgdur við álitið, sum nevndin er komin við, so gevur hann einki fyri, at núverandi landsstýrismaður í januar 1999 heitti á nevndina um at [...] fáa hongt føroyska flaggið í New York, ístaðin fyri at útbyggja landið útfrá teim fyritreytum, sum vit hava, metir Eilif Samuelsen. Hann metir hetta siga nakað um tey fólk, ið hava arbeitt við hesum. Hann
sigur hann og leggur afturat, at hann er nøgdur við søluna í fjør. ? Ja, vit hava selt fleiri fløgur í 1999 enn í 1998, so vit eiga at vera nøgd við tað, sigur Høgni Zachariassen at enda. [...] heldur ikki hann, at hon endaði ovast á listanum. ? Tað hevur nakað við tað at gera, at tað serliga eru tey ungu, sum keypa ta fløguna, tí tey kenna tónleikararnar og kenna eisini tónleikin, sigur hann. [...] Kristian, sum er sera væ´l nøgdur við sítt annaðpláss. Kulrøtur og country Á teimum næstu plássunum finna vit barnafløguna Kularøtur, sum Steintór Rasmussen gav út, og countryfløguna hjá Ragnari í Vík. Steintór
kendist, at maðurin var komin av góðum haga. Herðarnar sum Urðarfjall og armar sum eikitrø. Tað skapti respekt hjá okkum knektum og stulkum. Legg hartil sjálvsagan og skálkabrosið, og vit vóru seld. Tað sigur [...] sigur seg sjálvt. Tú vart við okkum frá fyrsta degi, og tíbetur tað. Tí vit vóru bara kátir kálvar, men tú sást neistan í eygum okkara, og við tínum formati birti tú hann til bálareld og gjørdi okkum til [...] andi eginleikar, sum orð ikki setast á, men man følir teir, tá ið man møtir hesum menniskjum. Sum eru tey stillar vibratiónir frá løtuni, tá ið Gud fekk hugskotið til Adam og Evu. Tú vart eitt sovorðið