Fuglfirðingar vóru bragdligir, tá teir í fyrsta dystinum í bólkaumfarinum vunnu á B36. B71 tapti stórt bæði móti B68 og B36. Sunnudagin vann B71 2?0 á ÍF, sum tóktist vera illa fyri. Tomek, Bárur á Lakjuni, Bárður Mortensen og Eyðun Rygshamar vóru ikki við, tí teir eru skaddir.
Tað var týðuligt, at B71 hesa ferð legði størri dent á verjupartin, enn teir høvdu gjørt í teimum fyrstu steypadystunum. Fyri alt í verðini skuldi dysturin ikki tapast. Hetta saman við at ÍF var rættuliga tannleyst gjørdi, at flogið var lágt og málmøguleikarnir ikki nógvir. Eftir uppspæl í høgru var miðvallarin Kári Sørensen púra leysur, men Allan Joensen vardi fyri. Bernhard Petersen, sum B71 hevur fingið frá HB, var púra blankur eftir horna, men fyri opnum máli sendi hann uppum.
Eitt korter restaði, tá Bernhard Petersen, sum var vongverji í høgru, setti hol á. Eli Hentze hevði roynt móti málinum, og Allan Joensen hevði í fyrru atløguni hálvbjargað.
Miðvallarin Julian Floresco, sum eftir ein tíma var komin inn á miðvøllin fyri Kristian Nielsen, skoraði til 2?0 beinleiðis upp á fríspark úr 20 metrum. Tað var eitt vakurt mál, frætta vit av Sandi. Tá restaðu níggju minuttir, og tá hevði ÍF verið undirmannað í tíggju minuttir. Mortan Thomsen sá reytt, tá hann fekk annað gula kortið. Eftir at ÍF hevði brúkt allar eykamenninar fekk Ken Bærendsen vøddaskaða í lærið. Tí spældi ÍF bara við níggu monnum síðstu løtuna.
Í 2. hálvleiki kom Jens Kristian Eldevig inn á miðvøllin hjá ÍF. Vit skrivaðu í næstsíðstu viku, at fyrrverandi ÍF spælarin, sum í meiri enn tíggju ár hevur búð í Grønlandi, har hann hevur verið á landsliðnum, var farin at venja við GÍ. Vit skilja á lagnum, at einki spurdist burturúr tí, og hóast Jens Kristian ikki er í nóg góðari venjing, so valdi Petur Mohr í 2. hálvleiki at seta nýggja mannin inn á skaðaplágaða liðið.
B71: Valdemar Nowisci ? Bernhard Petersen, Bjørn Thorsteinsson, Jón Brekku, Bergleif Sólsker, Jógvan Jón Petersen ? Kári Nielsen, Kristian Nielsen, Kári Sørensen ? Rúni í Soylu, Eli Hentze
ÍF: Allan Joensen ? Viggo Johannesen, Torstein Joensen, Alvi Justinussen, Mortan Thomsen ? Eyðálvur R. Petersen, Rúni Jacobsen, Roy Róin, Ken Bærendsen ? Jákup Baldvinsson, Rúni Petersen
jh











