PRIX Føroyar ovast

Tað undrar ikki Høgna Zachariassen, at Prix Føroyar fløgan endaði ovast á topp tíggju listanum yvir mest seldu fløgurnar í fjør, tí tað er tónleikur og tónleikarar, sum tey ungu kenna og tað hevur stóran týdning fyri søluna. Annars er tað framhaldandi útlendski tónleikurin, sum selir væl, sigur hann

Ikki heilt óvæntað varð tað Prix ´99 fløgan, sum endaði ovast á topp 10 listanum yvir mest seldu føroysku fløgurnar í fjør.

Henda fløgan kom út tíðliga í fjør, og hon hevur sambært Høgna Zachariassen selt væl alla tíðina.

Tí undrar tað heldur ikki hann, at hon endaði ovast á listanum.

? Tað hevur nakað við tað at gera, at tað serliga eru tey ungu, sum keypa ta fløguna, tí tey kenna tónleikararnar og kenna eisini tónleikin, sigur hann.

Hinvegin kann tað kanska undra, at fløgan hjá Kristiani Blak endaði á øðrum plássi, tí tað er - uttan at taka nakað frá Kristiani - ikki tann tónleikur, sum vanliga selir mest herheima.

Ein av orsøkunum til høgu søluna hjá Kristiani er, at fløgan er seld umborð á Norðlýsinum, sum var ein partur av verkætlanini Klæmint, og sjálvur váttar Kristian, at nógvir útlendingar hava keypt fløguna har umborð.

? Men eisini nógvir føroyingar hava keypt fløguna har umborð, sigur Kristian, sum er sera væ´l nøgdur við sítt annaðpláss.


Kulrøtur og country

Á teimum næstu plássunum finna vit barnafløguna Kularøtur, sum Steintór Rasmussen gav út, og countryfløguna hjá Ragnari í Vík.

Steintór er sum vera mann sera fegin um undirtøkuna fløgan - og bandið - fekk, og so skal havast í huga, at hann eisini var maður aftanfyri fløguna Komið øll við, sum endaði á tíggjunda plássi.

Stuttligt er at síggja at fløgan hjá Ragnar í Vík endaði á fjórða plássi, saman við fløguni hjá Aria, tí tað er fyrstu ferð, at ein »rein« føroysk country fløga er komin á marknaðin.

Høgni Zachariassen fegnast eisini um at tað eydnaðist so væl hjá Ragnari.

? Ein sovorðin fløgan selir antin nógv ella næstan einki, og tí var tað sera gott at síggja, at hon seldi so nógv, sum hon gjørdi, sigur Høgni.


Mest útlendskt kortini

Hóast tað tí sær rættuliga gott út við søluni av føroyskum fløgum, so er veruleikin, at tað framhaldandi verður selt nógv mest av útlendskum tónleiki. Høgni Zachariassen sigur, at orsøkin til tað er einføld, tí fólk vil hava góðan tónleik, og so kann tað vera líkamikið hvør ið hevur gjørt hann.

? Soleiðis vil tað altíð vera, sigur hann og leggur afturat, at hann er nøgdur við søluna í fjør.

? Ja, vit hava selt fleiri fløgur í 1999 enn í 1998, so vit eiga at vera nøgd við tað, sigur Høgni Zachariassen at enda.