Tað var táverandi landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, Eilif Samuelsen, sum setti útbúgvingarpolitikknevndina í maj 1997.
Hóast hann í dag er sera nøgdur við álitið, sum nevndin er komin við, so gevur hann einki fyri, at núverandi landsstýrismaður í januar 1999 heitti á nevndina um at broyta arbeiðssetningin og leggja upp fyri sjálvstýrisverkætlanini. Hetta gjørdi landstýrismaðurin við undirvísingar- og mentamálum saman við landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum.
Tápuligt
Eilif Samuelsen sigur seg ikki skilja, hví sjálvstýrisætlanin skuldi klistrast uppí arbeiðið at koma við tilráðing um tíðarhóskandi útbúgvingarpolitikk.
- Í mínum eygum er tað tápuligt og heimføðisligt. At byggja út undirvísingarverkið og granskingarverkið hevur einki við fullveldi at gera, metir Eilif Samuelsen.
Hann dugir ikki at síggja samanhang í hesum.
- Hetta vísir kanska, hvussu tómt tosið um fullveldi er og hetta er nakað ein skal pynta seg við. Tað, ið hevur stórstan týdning, er at fáa hongt føroyska flaggið í New York, ístaðin fyri at útbyggja landið útfrá teim fyritreytum, sum vit hava, metir Eilif Samuelsen.
Hann metir hetta siga nakað um tey fólk, ið hava arbeitt við hesum. Hann leggur dent á, at hann her meinar við politikararnar og ikki fólkini í nevndini.
Eilif Samuelsen er væl nøgdur við álitið, men hann dylir ikki, at hann metir álitið hava mist nakað í tign, tí arbeiðssetningurin er broyttur og sjálvstýrisverkætlanin knýtt afturat.
Misskiljing
Eilif Samuelsen metir, at orðaskiftið í fjølmiðlum viðvíkjandi álitinum, ber brá av misskiljingum.
At Føroya Lærarafelag nytir orð sum njósning tekur Eilif sum tekin um, at her verður lopið framav.
- Talan er ikki um njósning ella at sneyta, men at bøta um viðurskiftini. Talan er um eina dygdarmenning og tað er einki nýtt, sigur Eilif Samuelsen.
Í samband við, at tað sum heild eru embætisfólk og fólk frá hægri stovnum, ið hava mannað nevndina, hava røddir ført fram, at námsfrøðiligi parturin liggur eftir og at tað merkist, at hesi hava ikki beinleiðis samband við leiklutin sum undirvísarar.
Eilif skilir hesa áskoðan, men vísir á, at ætlanin var at fáa eina yvirordnaða orðing, at faa fólk, ið hyggja frameftir. Vinnan skuldi umboðast og ein sovorðin nevnd kann ikki vera ov stór, tí so kemur einki burturúr. Eitt val má gerast, sigur Eilif Samuelsen.
- Høvdu vit allar skúlar og øll avvarðandi feløg við, so høvdu vit eina nevnd, ið ikki var so arbeiðsslig, sigur Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismaður.