Frank Petersen, landpostboð, 60 ár

Í dag, hósdagin 8. mai, fyllir Frank Petersen, landpostboð (avgreiðslupostboð) 60 ár. Frank er føddur í Kaldbak í tí Harrans ári 1943. Foreldrini vóru Herborg (fødd Vang) og Ingvard Petersen. Frank var miðlingur av teimum 9 systkjunum, 5 brøðrum og 4 systrum.
Frank fer frá, sum landpostboð 1. juni í ár, og er tað eisini í hesum sambandi, at vit starvsfelagar í postútberingini í Suðurstreymoy ynskja at bera honum eina lítla heilsu. Frank er ein av teimum seinastu tænastumonnunum innan Postverk Føroya. Hann varð settur í starv í 1972, 4 ár áðrenn postverkið varð yvirtikið. Áðrenn hann byrjaði at starvast í postútberingini koyrdi hann oljutangabil fyri Shell, eisini koyrdi hann hýrivogn. Sum blaðungur arbeiddi Frank fleiri ár uppi í Mjørkadali.
Tí var tað ógvuliga hóskandi, at Frank hevði sín seinasta útberingardag á rutuni, Inni á Gøtu, Hvítanes, Sund, Kaldbaksbotn og Kaldbak. Á hesum leiðum hevur Frank samvitskufult avgreitt sín dagliga arbeiðssetning. Komin aftur av rutini seinasta útberingardagin sást eisini á øllum brøgdum, at viðskiftafólkini hava sett stóran prís uppá tað dygdararbeiðið Frank hevur lagt fyri hvønn arbeiðsdagin. Blái postjeepurin var fullur við gávum og viðurkenningum til Frank. Ein samfeld tøkk frá viðskiftafólkunum á landpostrutu 51.
Vit starvsfelagar í postútberingini í Suðurstreymoy eru eisini takksamir fyri tíðina vit hava starvast saman við Frank. Frank er greiður í meiningum, orðum og talu, einki verður ballað inn! Men samstundis vinsælur, blíður, fyrikomandi og sera skemtingarsamur. Ikki so sjáldan hevur eyðkendi látur Franks runga og lívgað okkum, fyrst í gomlu boðstovunum á Vaglinum, og síðani nýggjaru boðstovunum uppi á Óðinshædd. Alt dygdir, sum hava gjørt Frank til ein góðan og hollan starvsfelaga.
Frank hevur altíð verið sera aktivur í frítíð síni. Innløgumaður, sum fáur, umframt at verða ein sera dugnaligur, sjálvlærdur all-round handverkari. Her hevur Frank verið í mongum vasi. Tað man eisini verða stuttligt hjá teimum 6 abbabørnunum at eiga ein so aktivan, lívligan og stuttligan abba. Síðsta rutan er gingin, men ein aktivur maður, sum Frank fer so ikki at keða seg, nú hann fer at fáa sítt otium aftaná at hava stríðst á arbeiðsmarknaðinum síðan 14 ára aldur.
Stóra takk fyri tey 31 árini okkum untist at starvast saman við tær, Frank! Tær og Almu við børnum og barnabørnum verður ynskt alt tað besta í framtíðini. Og hjartaliga tillukku við teimum 60 árunum.

Starvsfelagarnir í Suðurstreymoy