Tá Poul Nyrup Rasmussen í 1998 var á vitjan í Føroyum, hevði hann eitt ynski um at hitta allar løgtingsmenn. Men meira enn helvtin av táverandi tingmonnum noktaðu fyri at koma á fund við forsætismálaráðharran.
Tá Anders Fogh Rasmussen í farnu viku vitjaði í Føroyum, ynskti hann at hava ein fund við Sambandsflokkin. Men nú vóru aðrir tingmenn misnøgdir, tí at forsætismálaráðharrin ikki eisini vildi hava fund við teir, og tí varð skráin broytt.
Føroyapolitikkurin hjá Fogh byggir á somu fólkatingssamtykt sum Føroyapolitikkurin hjá Nyrup bygdi á. Har er einki broytt. Men hví vilja føroyskir politikarar so fegnir hitta Fogh og ikki Nyrup?
Samstarvsvilji heldur enn orð
Hetta vísir enn einaferð, at tá talan er um ríkisfelagsskapin, so er spurningurin ikki, hvat stendur á ymiskum pappírum. Spurningurin er heldur, um vit hava vilja til at samstarva um tað, sum pappírið sigur.
Sjálvur havi eg í onkrari blaðgrein samanborið hetta við eitt hjúnarlag. Tað kann vera líkamikið, hvussu væl vígslubrævið er orðað, um ikki samstarvsvilji er ímillum hjúnini.
Í fýra ár hevur landsstýrið nýtt alla orku til at lýsa fyri Føroya fólki, hvussu tvørligt tað er at vera í ríkisfelagsskapi við Danmark. Bæði hvítar og svartar bøkur eru skrivaðar um hetta evni, faldari er sendur í hvørt hús í landinum o.s.fr. Boðskapurin var alla tíðina greiður. Har bar einki til.
Á hinari síðuni vísti Nyrup ein mangan óhøviskan og lítið semjusøkjandi atburð.
Men uttan at broyta ein einasta bókstav í viðurskiftunum landana millum, so ber nú knapliga alt til. Ja teir mest víðgongdu loysingarmenninir hava verið noyddir at lata seg í 7-míla styvlarnar, fyri at klára at fylgja við gongdini.
Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins er gongda leiðin
Sambandsflokkurin gjørdi í 1999 eitt uppskot um nýskipan av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Hetta uppskot vísir á møguleikar fyri frílyntari og hollari menning av Føroya fólki bæði stjórnarliga og fíggjarliga. Tað vísir á einar meira sjálvbjargnar Føroyar, á menning og varðveiðslu av vælferðarsamfelagnum, og á fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi.
Alt hetta, sum ein uppsteðgað fullveldisætlan ikki hevur megnað eftir 4 árum, letur seg væl gera, um vit verða verandi í ríkisfelagsskapinum. ? Men tað krevur samstarvsvilja.
Fogh er komin í sessin hjá Nyrup, og tað merkist longu væl. Nú manglar bara at skifta fullveldislandsstýrið í Føroyum út við eitt meira semjusøkjandi landsstýri. Tað eiga vit at gera á løgtingsvalinum í apríl.










