metir, at tað er týdningarmikið at útisetar eru greiðir yvir hetta, soleiðis at grundalagið fyri starvssetanum er so fjøltáttað sum gjørligt. Harafturat vil kommunan vísa útisetum, hvat hon hevur at bjóða [...] Íslandi, og er hetta ein støða, sum ger at bankin hevur møguleika fyri at senda føroyingar í onnur lond at arbeiða í eina tíð, og so koma aftur til Føroya við teimum royndum, sum hetta gevur. Ein ávís [...] hava m.a. Fróðskaparsetur Føroya, Bakkafrost og Landsjúkrahúsið boða frá á jobmatch.fo, at tey eru áhuga í at samstarva við lesandi um serritgerð og aðrar størri uppgávur. Tað sama hevur Eystur kommuna
Zacharissen dylur ikki fyri, at formansposturin í Føroya Fiskimannafelag hevði passað honum væl. - Eg haldi, at Jan Højgaard er ein fittur maður, men eg fýlist á, at ov lítið hevur verið at hoyrt til hansara - [...] eitt alvorligt handikapp. Tað er serliga um miðlarnar, at limirnir hoyra frá felagnum. Sakaris heldur eisini, at meiri kundi verið gjørt fyri at samansjóða limirnar, eisini í frítíðini. - Tíðirnar eru [...] hevur hann móti sitandi formanni og hinum valevninum, Grímuri Hammer? - Eg havi valt at síggja soleiðis upp á hetta, at fellur valið í mín lut, gerist eg ovfarin. Um ikki, er støðan einki øðrvísi enn áður
gleðast um at vápnahvíld fekst millum Hamas og Ísrael, hóast nógvir ísraelsmenn halda, at herlið teirra skuldu hildið fram og gjørt innrás í Gaza og ruddað upp har einaferð fyri allar. Men vit eiga at hugsa [...] sær bæði fyri Gaza-búgvar og ísraelskar hermenn. Vit kunnu bert vóna, at henda avtalan heldur, so ísraelsfólk fáa frið at liva uttan at fáa rakettir dýktar oman yvir seg dag og nátt, sum verið hevur seinastu [...] bert fyri at drepa so nógvar jødar sum gjørligt. Tá ið Ísrael fór úr Gaza fyri nøkrum árum síðani, so var tað ein loysn, sum summi mundu halda vera eina góða loysn. Vit eiga at minnast til, at ísraelsmenn
øsist av og undrast á, at Javnaðarflokkurin nú vil hava, at fólkaskúlin nú eisini skal undirvísa í Samfelagsfrøði. - Satt at siga, undraðist eg á hetta uppskot, tí veruleikin er, at samfelagsfrøði altíð [...] uppskoti, sigur hann. - Eg má viðganga, at tað øsir meg eitt sindur, tá politikarar koma við hugskotum um, hvat fólkaskúlin eisini átti at tikið sær av, uttan samstundis at siga okkum hvaðani undirvísingartímarnir [...] ngini, sigur hann. Páll Poulsen sigur, at vit hava ein rúmligan fólkaskúla. Tó er eitt mark fyri rúmligheitini og tað er tá politikarar brúka fólkaskúlan fyri at profilera seg sjálvan við onkrum hissini
sínum at endurskoða skattligu viðurskiftini landanna millum. - Gongdin tykist meir og meir vera, at arbeitt verður og íløgur verða gjørdar tvørtur um landamørk, og tí er tað sera týdningarmikið, at skat [...] a. var skatting av vinningsbýti og pensjónum umrødd. Ráðharrarnir vóru samdir um at, at halda fram við viðgerðini og at hittast aftur á fundi í Føroyum fyrst í komandi árið. [...] Íslendska stjórnin tekur nú stig til at skipa fyri ráðstevnu í februar ímillum Føroyar og Ísland við tí endamáli at styrkja sambandið ímillum bæði londini innan vinnulív og nýskapan. Íslendingar hava játtað
endamáls at fyribyrgja, at kvinnur fáa lívmóðurhálskrabbamein. Heilsufakliga metingin er, at um kvinnur taka av tilboðnum um HPV koppseting, fer tað frameftir stórt sæð at bera til at fyribyrgja, at kvinnur [...] . Nú eru stig tikin til, at allar gentur og kvinnur millum 12 og 28 ár fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri lívmóðirhálskrabba. Treytin fyri at verða koppsett ókeypis er, at kvinnan er fylt 12 ár, tá [...] Heilsumálaráðið um, at prísurin á koppingarevninum er lækkaður til ein triðing av prísinum, sum var galdandi, tá tilboðið varð sett í verk. Hetta hevur við sær, at fyri somu játtan ber til at veita tilboð um
hevur higartil mett, at støðan ikki hevur slíkan týdning, at tað hevur verið orsøk til at elva til eina politiska viðgerð av málinum við donsku stjórnina, sigur hann. Hann sigur, at politisku stigini, ið [...] Løgmaður harmast stríðið ímillum Russland og Ukraina, og vónar at tað verður loyst diplomatiskt, Annars heldur hann, at tað er ov tíðliga at meta um langtíðar avleiðingarnar, tí støðan broytist frá degi [...] sigur løgmaður. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur undrast á, at einki frættist úr landsstýrinum um hetta mál, tí hann metir, at hetta kann eisini fáa álvarsligar avleiðingar fyri Føroyar. ES hevur
øllum snýr seg um, at næmingurin kappast við seg sjálvan. Føroyar hava langa siðvenju í at senda næmingar til kappingina, og tað finnast fleiri dømi um, at ungir næmingar byrja við at fáa eitt 3. pláss [...] koma at framføra til kappingina. Birgitte Schnakenburg fer at spæla klaverfylgispæl saman við næmingunum. Bjørk Lamhauge er burturstødd mánakvøldið, men av tí sama kemur Rúni Hentze frá Kambsdal at framføra [...] til síðan 1972, hevur sum endamál at eggja og skapa motivatión hjá ungum tónleikarum. Av tí at tey ungu kunna luttaka í kappingini gjøgnum fleiri ár, fáa tey høvi til at meta um egna menning og vónandi soleiðis
arbeiði eftir at gera enn, og eg dugi ikki at siga, um hetta er seinasta handtøkan í málinum. Tað kann tí ikki útilokast, at fleiri handtøkur verða framdar, sigur John Martin Olsen. Ilt at siga Hann kann [...] mánakvøldið. Tað var um gott 23 tíðina, at fjórði maðurin var handtikin. - Tá høvdu vit verið í sving allan dagin, og liðið var so mikið langt út á kvøldið, at vit valdu at fara til hús, og so byrja av nýggjum [...] kann tí ikki siga, hvussu drúgvar hesar kanningar fara at vera. - Tað kann taka alt frá tímum til dagar, tað er ilt at siga. Vit hava so mong spor at fylgja upp uppá, og tað tekur sjálvandi nakað av tíð
gera greitt, at eg haldi, at hesar uppgávur innan eldraøkið verða best loystar í kommununum (nærumhvørvinum), og tí taki eg eisini undir við, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita. Tað eru [...] greið tekin um, at henda verkætlan ikki er nóg væl fyrireikað - nú er tann beri politikkur komin í málið, umframt politiskar gitingar um fíggingartørv. Tað er at undrast yvir og óskiljandi, at tað ikki er [...] roknskapartøl, útrokningar o.a. Eg fari tí at heita á Kommunusamskipan Føroya um at upplýsa fylgjandi: 1. Hvørjar verða uppgávurnar og tænasturnar hjá kommunum at loysa í 2015 – býtt á høvuðsøki og undirøki