Grundlógaravhoyringin var lítið meiri enn liðug týskvøldið, áðrenn politiið hevði handtikið ein fjórða persón í ránsmálinum uppi á Húsagøtu mánakvøldið.
Tað var um gott 23 tíðina, at fjórði maðurin var handtikin.
- Tá høvdu vit verið í sving allan dagin, og liðið var so mikið langt út á kvøldið, at vit valdu at fara til hús, og so byrja av nýggjum í morgun, sigur John Martin Olsen, økisleiðari.
Eins og við hinum trimum, ið vórðu handtiknir í týsdagin seinnapart, er hesin fjórði handtikni eisini ein kenningur hjá politinum.
- Tað er serliga ótrúliga góða hjálpin, vit hava fingið frá borgarunum, sum hevur í stóran mun verið viðvirkandi ti, at tað gekk so skjótt at gera tær handtøkurnar, ið higartil eru gjørdar, sigur John Martin Olsen.
Fleiri av upplýsingunum, politiið hevur fingið, skal dupultkekkast.
- So tað er nógv arbeiði eftir at gera enn, og eg dugi ikki at siga, um hetta er seinasta handtøkan í málinum. Tað kann tí ikki útilokast, at fleiri handtøkur verða framdar, sigur John Martin Olsen.
Ilt at siga
Hann kann tí ikki siga, hvussu drúgvar hesar kanningar fara at vera.
- Tað kann taka alt frá tímum til dagar, tað er ilt at siga. Vit hava so mong spor at fylgja upp uppá, og tað tekur sjálvandi nakað av tíð, sigur John Martin Olsen.
Tað hevur gingið ógvuliga skjótt við uppklárigararbeiðinum, og tað hevur fleiri frágreiðingar.
- Tað eru nógv ting, sum eru fallin »í hakk«. Náttarvaktin arbeiddi intensivt og tá morgunvaktin møtti helt hon fram. Eisini hundapatruljan hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at kanna rýmingarleiðina hjá ránsmonnunum. Eg kann bara siga, at vit hava verið stak heppin, sigur John Martin Olsen.
Handtikni maðurin var avhoyrdur fyrrapartin mikudagin, og síðani skuldi politiið skriva eina frágreiðing, sum skuldi verða klár til grundlógaravhoyringina, sum var mikudagin klokkan 15.15.
Sosialurin hevur verið í sambandi við álopna starvsfólkið, men hon hevur ikki hug at úttala seg, so leingi politiið ikki er liðugt við kanningarnar.