Ongin politiskur fundur hevur verið ímillum uttanríkistænastuna í Føroyum og donsku srjórnina um støðuna á Krim hálvoy.
Tað sigur løgmaður. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur undrast á, at einki frættist úr landsstýrinum um hetta mál, tí hann metir, at hetta kann eisini fáa álvarsligar avleiðingar fyri Føroyar.
ES hevur boykottað føroyar og Russland er ein av okkara allar týdningarmestu marknaðum. Men nú stendur eisini Russland fyri revsitiltøkum og tað kann raka Føroyar ómetaliga meint.
Tí vil Høgni Hoydal hava at vita frá løgmanni, hvørji stig, hann hevur tikið í málinum, og hvørjir fundir hava verið við donsku stjórnina um málið.
Annars eiga Føroyar at hava eina støðu til heimspolitikkin sum heild, heldur Høgni Hoydal.
Løgmaður harmast stríðið ímillum Russland og Ukraina, og vónar at tað verður loyst diplomatiskt,
Annars heldur hann, at tað er ov tíðliga at meta um langtíðar avleiðingarnar, tí støðan broytist frá degi til dags.
- Ongir serstakir fundir hava verið millum landsstýrið og donsku stjórnina um hetta mál, staðfestir løgmaður.
- Landsstýrið hevur higartil mett, at støðan ikki hevur slíkan týdning, at tað hevur verið orsøk til at elva til eina politiska viðgerð av málinum við donsku stjórnina, sigur hann.
Hann sigur, at politisku stigini, ið Danmark higartil hevur tikið, verða stýrd og samskipaði í Brússel, men tær avgerðirnar eru ikki galdandi fyri Føroyar.
- Politisku stigini, ið ES hevur viðtikið, byggja ikki á viðtøkurnar hjá ST. Talan er um eitt ES amboð, sum undir øllum umstøðum bara er galdandi fyri ES.
Annars heldur Tað er ilt at spáa um, hvørjar møguligar avleiðingar hetta kann fáa fyri Føroyar, tí støðan broytist alsamt.
Løgmaður sigur annars, at Landsstýrið fylgir gongdini í Russlandi og Ukraina, gjølliga. - Vit hava støðugt samband við donsku stjórnina, bæði áðrenn og aftaná at handilstiltøkini vórðu sett í gildi. Danska stjórnin er væl kunnað um, hvørjar avbjóðingar Føroyar hava av ES handilstiltøkunum.
- Men støðan millum Føroyar og ES kann als ikki sammetast við støðuna á Krimhálvoy og eg haldi, tað er skeivt at samantvinna hesi bæði málini.
|