Eitt sterkari Fiskimannafelag

Sakaris Zachariassen, sum býr í Sandoynni, men er ælttaður úr Streymnesi, er eitt av trimum valevnum til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag.

Hvørjar vónir hevur hann móti sitandi formanni og hinum valevninum, Grímuri Hammer?

- Eg havi valt at síggja soleiðis upp á hetta, at fellur valið í mín lut, gerist eg ovfarin. Um ikki, er støðan einki øðrvísi enn áður. Hevði eg ikki viljað vunnið valið, hevði eg heldur ikki latið meg stillað upp.

Sakaris Zacharissen dylur ikki fyri, at formansposturin í Føroya Fiskimannafelag hevði passað honum væl.

- Eg haldi, at Jan Højgaard er ein fittur maður, men eg fýlist á, at ov lítið hevur verið at hoyrt til hansara - í talu og skrift. Tað hevur eftir mínum tykki verið eitt alvorligt handikapp. Tað er serliga um miðlarnar, at limirnir hoyra frá felagnum.

Sakaris heldur eisini, at meiri kundi verið gjørt fyri at samansjóða limirnar, eisini í frítíðini.

- Tíðirnar eru so nógv broyttar, og fakfelagsarbeiði er eisini so nógv broytt. Umframt hýruprosentir og umstøður umborð snýr arbeiði seg so sanniliga eisini um eftirløn og samanhald millum fiskimenn.

Eitt av hjartamálunum hjá Sakarisi Zachariassen er at savna allar føroyskar fiskimenn undir hattin hjá Føroya Fiskimannafelag.

- Limatalið er nógv minkað seinnu árini, og er nakað sum helst til hindurs fyri, at føroyingar, sum fiska í øðrum londum, eisini eru limir í Fiskimannafelagnum? Eg havi sjálvur siglt við eitt nú norðmonnum og íslendingum, og eg havi kent meg einsamallan, tí eg at kalla einki visti um felagið, eg var limur í.

Sakaris Zachariassen sigur, at sjálvandi skulu føroyskir fiskimenn, sum sigla við útlendskum skipum, ikki ganga uttan um feløgini í viðkomandi landi, men tað hevði eftir hansara tykki bæði verið ein styrki og ein tryggleiki, at menn, sum koma út fyri einum ella øðrum, kundu vent sær til Føroya Fiskimannafelag, sum síðan tók sær av málinum.

- Hetta hevði eisini gjørt, at felagið hjá okkum var nógv størri og soleiðis eisini sterkari, leggur hann aftrat.