Svenning av Lofti, ferðaleiðari í Ísrael
-------
Vit kunnu gleðast um at vápnahvíld fekst millum Hamas og Ísrael, hóast nógvir ísraelsmenn halda, at herlið teirra skuldu hildið fram og gjørt innrás í Gaza og ruddað upp har einaferð fyri allar.
Men vit eiga at hugsa um allar tær menniskjaligu avleiðingar, ið tað hevði borið við sær bæði fyri Gaza-búgvar og ísraelskar hermenn.
Vit kunnu bert vóna, at henda avtalan heldur, so ísraelsfólk fáa frið at liva uttan at fáa rakettir dýktar oman yvir seg dag og nátt, sum verið hevur seinastu mánaðinar og árini, serstakliga teir býir og tær bygdir, ið í Ísrael, ið eru grannar Gaza, t.d. Sderot. Allar skotnar av handahógvi bert fyri at drepa so nógvar jødar sum gjørligt.
Tá ið Ísrael fór úr Gaza fyri nøkrum árum síðani, so var tað ein loysn, sum summi mundu halda vera eina góða loysn. Vit eiga at minnast til, at ísraelsmenn, sum búðu har tá, høvdu bygt upp eitt nútímans landbúnaðarsamfelag, men sum niðursetufólkini máttu fara frá, tí Ísrael hevði gjørt eitt sáttmála við palestinsku myndugleikarnar um hetta, samsvarandi hugsanini um »land fyri frið-politikkin«, sum hevði til endamál at Ísrael skuldi geva landaumráði frá sær fyri at fáa frið.
Men hesin politikkurin hevur ikki virkað eftir ætlan, sum vit hava sæð sjón fyri søgn seinastu árini við øllum teimum túsundtals rakettum, sum Hamas-felagsskapurin, hevur sent inn í Ísrael, rakettir, ið eru smuglaðar inn í Gaza úr Iran.
Ætlanin um innrásina, ið var um reppið at verða gjørd, kann skjótt gerast veruleiki, um bert EIN rakett verður send úr Gaza inn í Ísrael í komandi døgum, tí Ísrael fer ikki at góðtaka støðuna, ið førdi til hernaðartilbúgving Ísraels seinastu vikurnar við markið til Gaza.
Fólkið í Gaza hevur betri uppiborið enn hava yvirgangsfólk sum leiðarar, ið drópu minst 6 av sínum egnu íbúgvum - uttan veruliga rættargongd - í døgunum kreppan vardi. At vera mistonktur var nóg mikið fyri at fáa deyðadóm í Gaza.










