Páll Poulsen, skrivari í Lærarafelagnum, bæði øsist av og undrast á, at Javnaðarflokkurin nú vil hava, at fólkaskúlin nú eisini skal undirvísa í Samfelagsfrøði.
- Satt at siga, undraðist eg á hetta uppskot, tí veruleikin er, at samfelagsfrøði altíð hevur verið ein partur av søguundirvísingini í skúlanum, sigur hann í Skúlablaðnum, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskotið hjá Javnaðarflokkinum.
- Samfelagsfrøði er longu í fólkaskúlanum, so tá løgtingslimir ikki vita betur, hevði tað hjálpt um leitað varð eftir upplýsingum á røttum stað og Føroya Lærarafelag hevði heilt víst verið ført fyri at kunna um málið, leggur hann afturat.
- Tað munnu vera sera fáir lærarar í søgu, sum ikki eisini hava samfelagsfrøðina við í undirvísingini. Vit eiga enntá føroyskt undirvísingartilfar til hendan partin av søguundirvísingini, sigur hann.
Páll Poulsen sigur, at vit hava ein rúmligan fólkaskúla.
Tó er eitt mark fyri rúmligheitini og tað er tá politikarar brúka fólkaskúlan fyri at profilera seg sjálvan við onkrum hissini uppskoti, sigur hann.
- Eg má viðganga, at tað øsir meg eitt sindur, tá politikarar koma við hugskotum um, hvat fólkaskúlin eisini átti at tikið sær av, uttan samstundis at siga okkum hvaðani undirvísingartímarnir skulu koma, sigur skrivarin í Lærarafelagnum
Hann sigur, at sum nú er, gongur tað bert tann skeiva, tí tað verður skorið í undirvísingartímunum hjá skúlunum hvørt einasta ár.
- Tað er í hvussu so er eitt øki, sum bert landspolitikkarar kunnu gera nakað við og broyta tann rætta vegin.
- Skulu fleiri uppgávur inn í fólkaskúlan, so latið tímarnar fylgja við, tástani kann verða kravt, at uppgávurnar skulu røkjast til lítar, sigur Páll Poulsen.
Annars sigur Javnaðarflokkurin eitt boð upp á, hvussu undirvísingin í samfelagsfrøði kann fíggjast.
Tað kann gerast við at lækka tímatalið í søgu og samtíð tilsvarandi, heldur flokkurin.
- Hetta kann antin gerast við at lækka tímatalið í søgu og samtíð í 9. flokki ella at endurskoða samlaða tímatalið í lærugreinini, sigur Javnaðarflokkurin.