Mánadagin 7. apríl kl. 19.00 er konsert í Gøtu Kirkju. Átta musikkskúlanæmingar í aldrinum 11-15 ár, har 2 eru úr Eysturoynni, fara síðst í mánaðinum til Keypmannahavnar at luttaka í Berlingsku klassisku tónleikakappingini. Talan er um hesar næmingar:
- Silas Hannesarsson, violin
- Pernille Hovgaard Riger-Kusk, trompet
- Bjørk Lamhauge, violin
- Var Iversen Lindenskov, cello
- Jonhild Høgnadottir Debes, cello
- Felisia Jógvansdóttir Helmsdal, klarinet
- Gwendolyn Philbrow, cello
- Sólja Hansen, cello
Næmingarnir framføra somu stykkir til konsertina, sum tey koma at framføra til kappingina. Birgitte Schnakenburg fer at spæla klaverfylgispæl saman við næmingunum. Bjørk Lamhauge er burturstødd mánakvøldið, men av tí sama kemur Rúni Hentze frá Kambsdal at framføra eitt klaverstykki á trompet.
Klassiska Berlingska kappingin, sum hevur verið til síðan 1972, hevur sum endamál at eggja og skapa motivatión hjá ungum tónleikarum. Av tí at tey ungu kunna luttaka í kappingini gjøgnum fleiri ár, fáa tey høvi til at meta um egna menning og vónandi soleiðis leggja meiri orku í ljóðføri.
Kappingin er ógvuliga námsfrøðilig, har tað fyrst av øllum snýr seg um, at næmingurin kappast við seg sjálvan.
Føroyar hava langa siðvenju í at senda næmingar til kappingina, og tað finnast fleiri dømi um, at ungir næmingar byrja við at fáa eitt 3. pláss, og eftirfylgjandi ár røkka antin 2. ella 1. plássi.
Av tí at ein hægst má vera 17 fyri at luttaka, er kappingin serliga væl egna til musikkskúlanæmingar.
Kappingin leggur fyrst av øllum dent á at øll børn og ung fáa eina góða uppliving. Tí fáa allir luttakarar eitthvørt prógv, og tann besta framførslan (talentgávan) fær eina peningagávu á kr. 10.000 kr.
Tveir føroyskir musikkskúlanæmingar hava gjøgnum árini móttikið “talentgávuna”, og hesir vunnu eisini gullprógv og harvið rættin til at spæla eina konsert í konsertsalingum í Tivoli. Talan eru um næmingarnar Dávur Juul Magnussen og Rúna Hentze, sum eisini vilja spæla eitt stykki í part á konsertini mánakvøldið.