lóggeva á økinum, uttan at fakfeløgini eru samd um uppskotið. Hetta stríðsmál hevur nú eisini sett kílar í samgonguarbeiðið, og sum støðan er í løtuni, er tað bara Fólkaflokkurin, ið tekur undir við uppskotinum [...] sumarum er, at eingin semja er funnin, tí hvørgin partur vil geva seg. Henda støðan hevði so við sær, at landsstýrismaðurin í vinnumálum sjálvur gjørdi eitt uppskot til hoyringar hjá pørtunum um seming [...] Tvíhalda um sítt Tá tosað verður um trætur á arbeiðsmarknaðinum, verður skilt millum tvey sløg av trætum. Býtt verður ímillum áhugamálstrætur og rættartrætur. Áhugamálstrætur fevna vanliga um tulkingar
meta, hvørt talan er um eitt seriøst arbeiði, og um so er, greiðir hon gentunum frá, hvat stendur teimum í boði. Um nakrar teirra í framtíðini verða at síggja í sjónvarpslýsingum ella á pallunum í Milano [...] hendir við føroysku gentunum er enn ikki fastlagt. Kolla tekur sær av teimum fyrispurningum, sum nú koma frá modelsstovunum, og sum skilst, eru hesir ikki so fáir í tali. Sostatt er tað upp til hennara at meta [...] eisini viðført, at hetta hevur ávirkað gerandisdagin. Eitt nú noyddist hon at gevast við fótbóltinum, tí tað nyttar jú einki at ganga modell, um tú hevur greflig sár á beininum, og eisini vórðu aðrar avmarkingar
havi eina familju at hugsa um, sigur prestur, og hann leggur afturat, at tað er komið fyri, at børnini eru komin aftur úr skúlanum og hava kedd spurt, um tey skulu skiljast. Tað er somuleiðis komið fyri tvær [...] hann nevndi sjálvur við biltúrinum, so er hann sannførdur um, at um hann og hon, sum hann starvast saman við, tá hann ráðgevur kynsliga misnýttum menniskjum høvdu farið ein biltúr niðan á Ástarbreytina, so [...] spurningin er ein látur merktur av einum og hvørjum, sum tó ikki ber til at seta orð á. Men so við og við kemur prestur fyri seg og svarar, at tað hevur hann ongar ætlanir um og spyr, hvussu hetta er komið
tann stóri fólkavøksturin. Tad er mett, at í ár 2050 fer fólkatalið at verða trífaldað, og orsøkin til hetta er tann mest sjálvsagda, tá hugsað verður um menningarlond: Tað er ongin sosial trygdarskipan, [...] klæðum, og tú hittir alla tíðina børn, ið biðja um pening. Ringt er at siga nei, men tað er umráðandi at gera so, tí annars kunnu børnini fáa ta fatan, at tað er lættari at bidda enn at brúka tíðina til at [...] Hetta vóru vit sera bilsin um. Søgan um templið er long og torskild, so hana koma vit ikki inn á, men tað løgnasta vit upplivdu her, var, tá vit fóru inn í eitt hindutempul. Tað er soleið-is at flestu nepalesar
eru orðini hjá Jallinum um ringa støðið hjá GÍ, táið hann frætti boðini um, at Atli var tikin út til fyrsta liðið einaferð í áttatiárunum. Men harfyri minkaði áhugin ikki, og ídag er hann í tí støðu, at eisini [...] eisini FS-Vágar er vorðið hansara hjartabarn. Hann er næstformaður og peningarøkil í felagnum. Hvussu hjartað skal skivast sundur, um liðini einaferð bresta saman í somu deild, kann bara hin almáttugi [...] oysir úr sær, er hann ikki samdur í onkrum, sum politikararnir hava viðgjørt og samtykt. Táið kortini eru løgd á borðið, bersøgið, kontant og púrasta eirindaleyst, er friður aftur og ímintur er hann ikki.
áskoðarar. Men tað er nú einaferð so, at ring tíðindi "selja" betur enn góð!? Tað er sjálvandi gott at summi hugsa mest um rógvarar, og ikki leggja eftir feløgum og persónum. Men hvat nyttar tað, tá man [...] langa tíð) og fyrireikarar hanga við "Nevinum" Hvat hendi? Eitt er tó vist; Bløð og heimasíður gotta sær, tí nú hava tey okkurt at skriva um. Sjálvandi eru til tíðir vánaligar fyrireikingar, og skal tað [...] gera, er at royna at hava alt so væl fyriskipað, sum til ber áðrenn, og so royna at hjálpa sum frægast á stevnudegnum. Tað er keðiligt at hoyra, at summi leggja líka í fyrireikararnar, sjálvt um summir
náðum, tá teir nú eru komnir inn undir skuggan av taki mínum! Tá rópaðu teir »Hav teg burtur. Hesin eini maður er komin higar at búgva sum fremmandur, og nú vil hann gera seg til dómara; men nú skulu vit fara [...] fjølmiðlarnar, um ein pápa í Tønder, sum gjørdi tað sama sum Lot. Hann situr í fongsli og fleiri við honum. Lot hevði uttan iva sitið undir liðini á teimum, um hetta hendi í dag. Tað, sum eisini er áhugavert [...] vísir til somu umrøddu tekst. Niðanfyri vers 4 stendur. Dóm. 19,22. Henda søga er ikki minni ótespilig, hon er eisini um ein mann, ið hevur bjóðað fremmandum manni heim at gista. Men meðan teir soleiðis
ið er 14 ár. Bæði Lív og Gyða, ið er 7 ár, hava góðan hug at fara. Tommy, ið er 49 ára gamal, er eisini fegin um, at han nú fekk tilboð um at fara í starv hjá DANIDA. - Um nøkur ár hevði óivað verið nakað [...] fyrisitningin skal miðspjaðast, men verri er at fremja tað í verki, sigur Tommy og leggur aftrat, at ætlanin bert er skrivað og nú fyrstu ferð verður framd. Kongadømi Nepal er kongadømi. Fara vit aftur í 50?ini [...] Landbúnaður er høvuðsvinna, um 80-90% av BTÚ hjá Nepal kemur frá landbúnaði. Eyðkennt fyri menningarlond er eisini, at nærum eingin ídnaður er. Fimti ára dag í Nepal Tommy og failjan hava fleiri ferðir
góðari leið: - Vit vóru greiðir yvir, at avbjóðingarnar fóru at verða ógvuliga stórar. Sammett við U 17 EM undankappingini, sum hetta liðið var partur av í fjør, so er talan um heilt øðrvísi mótstøðu. Mót [...] mótstøðuliðini hesa ferð vóru óvanliga góð. - Tað er møguleiki fyri eins góðum mótstøðuliðum næsta ár. Men um vit verða eitt sindur hepnari í lutakastinum, og um menningin av okkara spælarum heldur fram, so [...] vanliga leiktíðin var um at vera farin. Í føroyska ferðalagnum varð mett, at tapið kanska var eitt ella tvey mál ov stórt. Eitt nú hevði Einar Hansen góða frísparksroynd, sum var um reppið at bera mál við
ið hevur mist munandi seinastu 11-12 árini, er Sjálvstýrisflokkurin, sum er farin úr 13 %´um og niður í 5. Taka vit alt skeiðið síðani 1990 undir einum, so er tað sermerkta, at tann borgarligi parturin [...] eru tær nóg umfatandi og lagt er eftir tí, geva eina mynd av, hvar ið ymsu flokkarnir standa sterkastir, tá tað ræður um stuðul frá ymsum samfelagsbólkum. Serligur áhugi er fyri tí, ið kann nevnast klassaval [...] eisini í hesum førinum skalt tú ikki so langt aftur í tíð fyri at finna eina glæsiligari fortíð. Í 1984 lá t.d. Fólkaflokkurin langt oman fyri hinar, tá ið tað ráddi um at eiga stuðul millum alment lønt: 34