Tað tykist nærum ógjørligt at finna eina semju um seming á arbeiðsmarknaðartrætum millum fakfeløgini á aðrari síðuni og politiska myndugleikan og arbeiðsgevaran á hinari síðuni.
Hóast báðir partar ynskja broytingar á økinum, megna partarnir ikki at koma til eina felagsloysn, so tann alt avgerandi semjan millum fakfeløgini og arbeiðsgevararnir kann fáast undir land.
Júst semjan millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum um loysn á trætum á arbeiðsmarknaðinum tykist vera einasti møguleikin fyri, at vit fáa ein dagførdan føroyskan arbeiðsmarknað, sum er fult á hædd við aðrar arbeiðsmarknaðir.
Politiski myndugleikin í Føroyum hevur fleiri ferðir roynt at fingið partarnar at semjast um eitt nýtt uppskot, men tað kann tykjast sum, at báðir partar hava valt at grava seg niður í skotgravurnar, og geva hinum partinum skuldina av, at eingin semja finnist.
Fleiri bólkar og nevndir -umboðað av báðum pørtum á arbeiðsmarknaðinum hava arbeitt við at snikka eitt uppskot til, men summa sumarum er, at eingin semja er funnin, tí hvørgin partur vil geva seg.
Henda støðan hevði so við sær, at landsstýrismaðurin í vinnumálum sjálvur gjørdi eitt uppskot til hoyringar hjá pørtunum um seming á arbeiðsmarknaðartrætum, men heldur ikki hetta uppskotið kunnu partarnir semjast.
Stóra stríðsmálið hesuferð hevur verið, hvørt landsstýrismaðurin kann loyva sær at lóggeva á økinum, uttan at fakfeløgini eru samd um uppskotið. Hetta stríðsmál hevur nú eisini sett kílar í samgonguarbeiðið, og sum støðan er í løtuni, er tað bara Fólkaflokkurin, ið tekur undir við uppskotinum hjá Bjarna Djurholm.
Samanumtikið siga allir partar til dagføring á økinum, men at at taka undir við eini semju, allir partar kunnu taka undir, verður heldur torførari. Skal hesin stóri knútur loysast, so krevst, at partarnir koma úr skotgrøvunum og byrja at lurta og lora á summum økjum, so tann avgerandi semjan kann finnast.
Tvíhalda um sítt
Tá tosað verður um trætur á arbeiðsmarknaðinum, verður skilt millum tvey sløg av trætum. Býtt verður ímillum áhugamálstrætur og rættartrætur. Áhugamálstrætur fevna vanliga um tulkingar av sáttmálum, um hvørjar reglur skulu vera galdandi á nýggjum arbeiðsøkjum og annað. Rættartrætur snúgva seg um beinleiðis sáttmálabrot.
Til áhugamálstrætur hevur gerðarrættur verið mest nýtta amboðið, meðan rættartræturnar verða loystar í einum arbeiðsrætti ella dómstóli. Í Føroyum hava vit havt gerðarrætt til at loysa áhugamálstrætur, og fútarætturin til at loysa sáttmálatræturnar.
Nýggja uppskotið hjá Bjarna Djurholm leggur upp til, at ein stovnur, sum verður kallaður fasti gerðarrætturin, bæði skal taka sær av áhugamálstrætum og sáttmálabroti. Ein kann tí kalla nýggja stovnin eina samanrenning av arbeiðsrætti og gerðarrætti.
Ein av grundgevingunum hjá landsstýrismanninum fyri uppskotinum hevur verið, at tað ber ikki, at vit í Føroyum framvegis hava so óskipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, tí sammett við okkara grannalond, eru vit eftirtrykkiliga eftirbátar, tá tað kemur til eitt rættarkerv til loysa trætur og stríðsmál á arbeiðsmarknaðinum
Føroysku fakfeløgini við Føroya Arbeiðarafelag og Starvsmannafelagnum á odda hava gjørt Bjarna Djurholm greitt, at tey vilja ikki síggja nakað til ein fastan gerðarrættin, tí stovnurin skerjir teirra rættindi. Tey eru eisini bangin um, at ein fastur gerðarrættur vil hjálpa áhugamálunum hjá arbeiðsgevarunum og harvið arbeiða ímóti fakfeløgunum.
Grundgevingin hjá arbeiðsgevarunum hevur verið, at ein arbeiðsrættur tekur skjótar og greiðar avgerðir, og tí slepst undan longri ósemjum, sum vanliga eru sera kostnaðarmiklar fyri samfelagið. Grundgevingarnar fyri og ímóti eru ikki nógv broyttar seinastu árini, og og tað er bert ein staðfesting av, at hvørgin parturin vil boyggja seg.
Úrslitið verður tí tað, sum eingin ynskir, at hildið verður fast við gomlu lógina, sum allir partar ynskja eina dagføring av.
Spurningurin er so, hvussu ein so kemur víðari frá gomlu ósemjuni, sum báðir partar vita ikki førir til nakað úrslit. Hóast Bjarni Djurholm sigur seg ætla at arbeiða víðari við málinum, sjálvt um hann fær dygga mótstøðu, so er væntandi, at hann verður noyddur at byrja av nýggjum.
Stór ábyrgd
Í samrøðu við Sosialin segði ein løgfrøðingur hjá LO, at hann fekk seg ikki til at trúgva, at politikkarnir í Føroyum kundu trýsta nakað yvir høvdið á pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, har tann eini parturin ikki vildi góðtaka uppskotið, tí hugskotið aftanfyri sjálvan arbeiðsmarknaðin er bygt á semju.
Einasta loysn í løtuni tykist verða, at landsstýrismaðurin tekur uppskotið aftur, og gevur pørtunum á arbeiðsmarknaðinum ein síðsta møguleika at finna til semju. Verður tað gongdin í málinum, hvílir ein ómetalig stór ábyrgd á herðunum hjá báðum pørtum.
Fakfeløgini trúgva framvegis, at tað ber til at finna eina semju, men arbeiðsgevararnir eru meira dapurskygdir. Teir seta seg kortini ikki ímóti, at enn einaferð royna gera eina at finna eina loysn saman við fakfeløgunum, hóast teir heldur vildi ynskt eina lóggeving á økinum.
Men tað krevur eina hugburðsbroyting hjá báðum pørtum at finna eina loysn, tí verður farið undir at finna semju við gamla agginum í skjáttuni, endar aftur úrslitaleyst.
Á hvørjum økjum partarnir verða noyddir at lora fyri at finna eina felagssemju er ilt at siga, men hugsast kann, at serliga verður verkfalsrætturin stóra stríðsmálið, tí skal hann gevast upp, so skulu arbeiðarafeløgini hava nakað afturfyri, og spurningur er um tað fer at lata seg gera.










