Teir halda at íløgan fer at loysa seg

U 19 landsliðsvenjarin sigur seg rokna við góðari úrtøku burturúr ferðini til Svøríkis, hóast liðið hjá honum í trimum dystum tapti tilsaman við 2-14

Seinnapartin í gjár skuldi U 19 landsliðið lenda aftur í Vágum. Eftir ferðina í Svøríki høvdu teir trý tap og málmunin 2-14 í viðførinum. Men hóast trý tap - 1-7 móti Belgia, 0-3 móti Ungarn og 1-4 móti Svøríki - so heldur venjarin, Bill Jacobsen, at avrikið hevur verið á góðari leið:
- Vit vóru greiðir yvir, at avbjóðingarnar fóru at verða ógvuliga stórar. Sammett við U 17 EM undankappingini, sum hetta liðið var partur av í fjør, so er talan um heilt øðrvísi mótstøðu. Mótstøðuliðini hava meiri at velja ímillum, og teir møta upp við spælarum, ið eru sum vaksnir menn. Teir eru fullvaksnir, skjótir og sterkir samstundis sum teir hava allar førleikar at spæla.
Hvørji perspektiv sært tú í at tapa 2-14 í trimum dystum?
- Vit síggja hetta sum íløgu. Trettan av átjan spælarum kunnu aftur næsta ár vera við í hesi kappingini. Næsta ár rokni eg við, at fleiri av ungu monnunum fara at spæla í bestu deildini. Tað fer at menna teir, og tað eigur at bera uppaftur betri fyritreytir hjá teimum við sær, at teir hava verið við í hesi kappingini, heldur Bill Jacobsen, sum metir, at mótstøðuliðini hesa ferð vóru óvanliga góð.
- Tað er møguleiki fyri eins góðum mótstøðuliðum næsta ár. Men um vit verða eitt sindur hepnari í lutakastinum, og um menningin av okkara spælarum heldur fram, so halda vit, at tað sær ikki so galið út.

Ungarn
Eitt sindur frægari hilnaðist tað, enn tað gjørdi í fyrsta dystinum mikudagin, tá ið U 19 landsliðið seinnapartin fríggjadagin spældi fyri aðru ferð í EM undankappingin í Svøríki. Ungarn vann 3-0, eftir at støðan leingi hevði verið 1-0.
Sammett við mikudagin var føroyska liðið nakað broytt hesa ferð. Tað var gjørt fyri at styrkja um verjuspælið, og broytingin royndist soleiðis, sum tað var roknað við.
Enn eina ferð varð staðfest, at persónlig mistøk verða eirindarleyst sektað. Í 31. minutti setti Ungarn hol á við langskoti, og hini bæði málini vórðu skorað beinleiðis upp á fríspark, sum vórðu avgreidd, áðrenn føroyingarnir høvdu fingið skipað seg. 2-0 málið kom í 70. minutti, og 3-0 málið kom í yvirtíðini. Tá høvdu føroyingar eina løtu stríðst fyri at minka um munin. Næst við vóru teir, tá ið Jóhan Troest Davidsen stútaði dygst framvið, eftir at Einar Hansen hevði lagt fríspark innfyri.
Fríggjadagin tapti Svøríki 1-0 móti Belgia, sum varð mett at eiga besta liðið í kappingini.
Føroyska manningin móti Ungarn: Trúgvi Askham, FSV04 - Pætur Jørgensen, OB, Andreas Lava Olsen, LÍF, Jóhan Troest Davidsen, Everton, Einar Hansen, NSÍ - Kristoffur Jacobsen, KÍ (Sam Jacobsen, GÍ, 89.), Christian R. Mouritsen, Manchester City, Ólavur í Ólavstovu, FSV04, Jóhan V. Gunnarsson, B36 (Gunnar H. Haraldsen, Fram, 85.) - Bogi Løkin, NSÍ - Levi Hanssen, B36 (Per Heinason, SÍ, 87.). Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Poul Thomas Dam, HB, Niclas Eysturoy, HB, Rógvi Ryggshamar, LÍF, og Frank Poulsen, ÍF.

Svøríki
Sunnudagin spældu Føroyar móti svensku vertunum, sum vunnu 4-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 3-0. Føroyska málið skoraði Christian R. Mouritsen við beinleiðis frísparki, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin.
Í føroyska ferðalagnum varð mett, at tapið kanska var eitt ella tvey mál ov stórt. Eitt nú hevði Einar Hansen góða frísparksroynd, sum var um reppið at bera mál við sær, og føroyingarnir vóru ikki samdir við dómaranum, tá ið hann vísti Andreas Lava Olsen gula kortið, tí hann skuldi hava filmað seg til brotsspark.
Í 5. og 17. minutti endaðu góðar langskotsroyndir hjá svium við málum. Í 35. minutti øktu teir til 3-0 við brotssparki, og tá ið teir tíggju minuttir eftir steðgin øktu til 4-0, var tað aftur við langskoti, sum kanska ikki átti at havt farið í málið.
Ungarn vann sunnudagin 1-0 á Belgia. Tað bar við sær, at Belgia, Svøríki og Ungarn øll endaðu á seks stigum, meðan Føroyar einki stig fingu. Belgia og Svøríki halda fram í kappingini.
Føroyska liðið móti Svøríki: Trúgvi Askham, FSV04 - Pætur Jørgensen, OB, Andreas Lava Olsen, LÍF, Jóhan Troest Davidsen, Everton, Einar Hansen, NSÍ - Kristoffur Jacobsen, KÍ (Frank Poulsen, ÍF, 65.), Ólavur í Ólavstovu, FSV04, Christian R. Mouritsen, Manchester City, Jóhan V. Gunnarsson, B36 (Sam Jacobsen, GÍ, 48.) - Bøgi Løkin, NSÍ - Levi Hanssen, B36 (Gunnar H. Haraldsen, Fram, 85.). Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Per Heinason, SÍ, Poul Thomas Dam, HB, Niclas Eysturoy, HB, og Rógvi Ryggshamar, LÍF.
Venjarar hjá U 19 liðnum vóru Bill Jacobsen og Heðín Askham.